Fáa risa upphæddir fyri spælarabúna-sáttmálar

Manchester United fær eina metstóra upphædd frá Adidas komandi 10 árini

Bestu liðini í ensku Premier League og La Liga í Spania eru veruligar pengamaskinur.

 

Seinasta prógvið er spælarabúna-sáttmálin Manchester United hevur undirskrivað við kenda týska ítróttarmerkið, Adidas.

 

Sambært norska TV2 fær Manchester United tey komandi 10 árini eina upphædd, sum svarar til 7,5 miljardir norskar krónur, also 750 miljónir krónur á hvørjum ári.

 

Enskir miðlar hava likið út mynd av spælarabúnanum, sum Manchester United skal brúka á útivølli komandi kappingarár. Hann sæst á myndini.

 

Norska TV2 hevur gjørt eitt yvirlit yvir tey stórfeløgini, sum vinna tær størstu upphæddirnar uppá spælarabúna-sáttmálar. Tølini eru í norskum krónum. Ein norsk króna er verd 86 donsk oyru : 

 

  •  Manchester United, Adidas, 750 milj.pr ár (7,5 miljardir yvir 10 ár)
  •  Real Madrid, Adidas, 310 milj. pr. ár (2,5 miljardir yvir 10 ár)
  • Chelsea, Adidas, 300 milj. pr. ár (3 miljardir yvir 10 ár)
  •  Arsenal, Puma, 300 milj. pr. ár (1,5 miljardir yvir fimm ár)
  •  Barcelona, Nike, 270 milj. pr. ár (2,7 miljardir yvir 10 ár)
  •  Liverpool, Warrior, 250 milj. pr. ár (1,5 miljardir yvir seks ár)
  •  Manchester City, Nike, 120 milj pr. ár (720 miljónir yvir seks ár)