Fabregas heldur fram í Arsenal

Venjarin hjá Arsenal vil ikki hoyra talan um, at spanski miðvallarin Cesc Fabregas skal skifta til spanska stórfelagið Real Madrid. 19 ára gamli miðvallarin verður roknaður sum eitt stórt talent, og hann hevur longu spælt seg inn á liðið hjá Arsenal. Tað hevur fingið Real Madrid, har nýggjur forseti ætlar at gera vart við seg, at vísa honum áhuga. Arsenal vil als ikki nevna nakran prís fyri Fabregas, tí hann er als ikki til sølu.