Ein facebook-bólkur er nú stovnaður, sum hevur heitið » Vit vilja hervið mótmæla ætlanini hjá ABDH um at hækka blokkin«.
Fyrireikararnir siga, at bólkur hevur fingið fleiri enn 480 limir eftir minni enn eitt samdur, og tey lýsa seg sjálvi soleiðis:
»Vit vilja hervið mótmæla ætlanini hjá BADH um at hækka blokkin.
Sagt verður at borgarligu flokkarnir vunnu valið og tí er tað nattúrligt at vit fáa eina borgarliga samgongu, men er tað borgarligt at fara til Danmarkar at bidda blokk? Er tað borgarligt at onnur gjalda fyri tín skattalætta?
Tað var ikki einans teir borgarligu flokkarnir sum vunnu valið, men eisini sjálvstýrisflokkarnir sum vunnu valið, har teir fingu umleið 60 prosent av atkvøðunum, men hóast hetta so ætla BADH nú at hækka blokkin.
Dagin fyri valið valið høvdu teir hetta at siga um blokkin: http://www.youtube.com/watch?v=Zkh03HI45m8