- Spurningarnir um Facebook eru nógvir. Tildømis um falskar vangamyndir, hjálp til at strika ónærisligar viðmerkingar ella myndir, Face-rape, at strika vangamynd hjá deyðum persóni, um hakking, happing og annað.
Dátueftirlitið hevur viðgjørt heili 125 mál fyrstu seks mánaðirnar í ár. Tað eru 22 prosent meira enn í fjør. Tað snýr seg mest um samskiftismiðilin Facebook, tá føroyingar spyrja Dátueftirlitið um hjálp.
- Málini um Facebook eru støðugt vaksandi, millum annað við útspilling og umbøn um hjálp at strika upplýsingar og myndir, skrivar Dátueftirlitið á sínari heimasíðu í dag.
Nógv at gera
Starvsfólkini á Dátueftirlitinum keða seg í øllum førum ikki. Umframt Facebook, eru nógvir fyrispurningar um vakmyndatól, eftirlit, innlit í telefonrokningar, gransking, hoyringar av lógum og kunngerðum.
Tað eru serliga skúlar og foreldrabólkar, sum senda boð eftir Dátueftirlitinum fyri at greiða børnunum frá internetinum.
- Eisini hava fleiri næmingar bæði í fólkaskúlanum og tildømis sjúkrarøktarfrøðingar vent sær til Dátueftirlitið við fyrispurningi um vegleiðing í samband við skriving av uppgávum, eins og fólk venda sær til Dátueftirlitið í samband við granskingarverkætlanir, skrivar Dátureftirlitið.