Millum øll tey mongu jaligu og glaðu boðini á Facebook, sum fáa himmalvendar tummilfingrar, eru eisini status, har fólk hava minni góð tíðindi at bera. Tað gongur kanska illa við heilsuni ella onkrum í gerandisdegnum, okkurt er hent í nærumhvørvinum ella fólk hava tað minni gott ella stúra fyri onkrum.
Tá tykist tað løgið at trýsta á ”dáma” knøttin fyri at viðurkenna fólk ella stuðla teimum. ”Kanin hjá mær er deyð” – og so 34 tummilfingrar.
Bretska blaðið The Telegraph veit at siga, at Facebook umhugsar ein nýggjan knøtt. Ein knøtt, har fólk kunnu hava samkenslu við hvørjum øðrum. Ein sympatiknøtt.
Sambært blaðnum er Facebook komið langt við menningini av hesum knøtti.
Knøtturin kemur
Eitt av fólkunum, sum arbeiðir við at menna Facebook, sigur við The Telegraph, at ætlanin er, at nýggi sympatiknøtturin bert skal verða til staðar viðhvørt. Facebook skal læra seg at skilja ímillum, nær eini boð eru góð og glað, og nær tey eru meira keðilig og stúrin. Og brúkararnir skulu eisini sjálvir kunna geva ábendingar um, hvørt boðini eru góð ella minni góð. Og so kunnu vinirnir fáa møguleika at hava samhuga við boðunum og brúkaranum.
Sambært The Telegraph er knøtturin, tá ið fólk ”dáma” okkurt á Facebook framvegis sera væl umtóktur, og Facebook hevur hug at bíða við at leggja ein nýggjan knøtt afturat, men sambært blaðnum tykist ivi ikki verða um, at sympatiknøtturin fer at koma.