Ein nýggj týsk kanning vísir, at triði hvør persónur verður í ringum lag av at vera á Facebook.
Orsøkin er tann, at vit gerast øvundsjúk av at síggja myndir, statusuppdateringar og annað frá vinum og kenningum, sum tykjast vera so eydnusom. Samstundis hugsa vit tá meira um, at vit sjálvi kanska ikki eru so glað sum hini á Facebook.
Við P3, útvarpið hjá DR, sigur lívsstílsserfrøðingurin Niels Erik Folman soleiðis.
- Facebook er blivið ein kapping um, hvør er mest eydnusamur. Tað er ein ljósareyð verð, sum er á tremur við gleðiligum løtum og føðingardagskøkum. Tá eru tað summi á Facebook, sum hyggja út í regnið og hugsa, at alt er ræðuligt. Tey kenna seg aftan fyri hini, greiður hann frá.
Sambært týsku kanningini eru tað serstakliga kvinnur uttan børn, sum fáa tunglyndi.
- Kvinnur mitt í 30'unum, sum ikki hava fingið børn, eru serliga í vanda. Tær síggja onnur leggja út familjumyndir úr heitum londum, og merkja, at tað biologiska urið fer at tikka. Tær hugsa, "áh nei, eg havi ikki eingongd ein sjeik enn", greiður Niels Erik Folman frá á P1.
Ein skuldi trúð, at tey flestu hava funnið útav, at fólk einans leggja tær ljósareyðu løturnar út á Facebook. Men soleiðis er kortini ikki, staðfestur Niels Erik Folman.
- Hetta kemur jú frá okkara vinum. Okkara besti vinir snýta okkum sjálvandi ikki. Men ein skal einans hyggja eftir sínum egnu uppdateringum fyri at finna útav, at tað einans eru tær góðu løturnar, sum FB vinirnir sleppa at síggja, sigur Niels Erik Folman.