- Nú hevur Facebook yvir eina milliard telefonbrúkarar, sum tjekka inn á sosialu miðlunum minst einaferð um dagin.
Tað skriva útlendskir miðlar í dag.
Yvirskotið er nú 2.4 milliardir dollarar, sum er munandi størri enn áður. Í alt er umsetningurin á góðar 7 milliardir í triðja kvartali.
Tað er harvið eitt sera got úrslit og Facebook tjenar upp í leypar av peningi og eru nógv tann størsti sosiali miðilin í heiminum.
Sambært hagtølunum eru tað 65.7 prosent av føroyingunum, sum nýta Facebook.