info
Ongi úrslit

Faðir og barnið

Áki Bertholdsen
29. november 2022 kl. 19:18

Javnstøða – hvat merkir hetta?

Hvar er javnstøðan? Javnstøða er eitt hitt mest nýtta heitið í Føroyum. Vit hoyra millum annað, at tað skal verða javnstøða á løgtingi og í landsstýri, javnstøða á arbeiðsmarknaðinum og javnstøða í samfelagnum sum heild.

Felags fyri flestu spurningar viðvíkjandi javnstøðu, er, at teir snúgva seg um, at tað eru ov fá konufólk í týðandi sessum.

Politiskur vilji er í flestu førum fyri, at tað skal verða javnstøða. Men tá tað kemur til tær fáu røddirnar, sum rópa um javnstøðu til pápar, tá hoyra oyrini ikki eins væl. Mótargumentini eru nógv. Pápar hava ikki sama tilknýti til barnið sum mamman, tí mamman í 9 mánaðar hevur borið barnið í móðurlívi.

Pápar eru ikki eins umsorganarfullir sum mamman. Pápar megna ikki líka væl at binda seg. Pápar kunnu brúka barnið sum eitt vápn móti mammuni, um teir fáa felags foreldramynduleika o.s.fr.

Um vit venda myndina á høvdið; kunnu mammur, sum nú er, ikki brúka barnið sum eitt vápn mótvegis pápunum? Eru allar mammur meira umsorganarfullar enn páparnir? Hava allar mammur betur tilknýti til barnið en páparnir? Hava allar mammur lættari við at binda seg enn páparnir?

Í DK er lóggávan soleiðis, at hava foreldrini livað saman í 10 mánaðar ella meir, áðrenn barnið er føtt, er felags foreldramynduleiki galdandi. Hví er tað so ringt at fáa somu lóggávu at galda í Føroyum? Riggar hon ikki?

Sum nú er kann mamman seta ultimatum. “Antin verður tað, sum eg sigi, ella kanst tú fara til Familjufyrisytingina”. Tí tær vita, eins væl og pápin, at tær í síðsta enda helst fáa framt sín vilja. Hetta er als ikki í tráð við javnstøðurákið, sum er í løtuni. Ikki uttan so, at rákið bert er ein einsrættaður vegur. Arbeiðast má framm ímóti veruligari javnstøðu á hesum øki, og harfrá má støða takast til hvørt einstakt mál. V.ø.o. hvat er best fyri barnið.

Seti kross við Claus Martin í Grund,

valevni fyri Sjálvstýrisflokkin

 

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: VÍF vann aftur við 11 málum

27 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann klassikaran og H71 vann stórsigur á EB

47 minuttir síðan
Fótbóltur

Klaksvíkingar vunnu stórsigur á Tórsvølli

1 tími síðan
Fótbóltur

Nú nærkast av álvara hjá NSÍ

1 tími síðan
Hondbóltur

Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG

1 tími síðan
Tíðindi

Trump boðar frá vápnahvíld – Zelenskyj visti einki um hana

1 tími síðan
Tíðindi

Mentanarvirð­is­løn­ir lands­ins verða hand­að­ar í Sør­vági

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: H71 vann stórsigur á EB í Hoyvíkshøllini

3 tímar síðan
Tíðindi

Minst 11 deyð í bussvanlukku í Turkalandi

3 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

3 tímar síðan
Tíðindi

Møgulig ætlan um at myrða Donald Tusk

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina

4 tímar síðan