Faðir og sonur lótu lív í Finnmørkini

74 ára gamli, Reidar Nilsen, sum framvegis er saknaður, var í fleiri ár formaður í Norges Fiskarlag.

Norska løgreglan váttar í tíðindaskrivi, at tað vóru faðir og sonur, Reidar (74) og Remi Andre Nilsen (43), ið vóru við útróðrarbátinum, sum sunnudagin fórst út fyri Gamvík í Finnmørkini.

 

Sunnudagin varð Remi Andre Nilsen funnin deyður, men Reidar Nilsen er framvegis ikki komin afturíaftur. 

 

Árini 2001 til 2013 var Reidar Nilsen leiðari fyri Norges Fiskarlag og núverandi leiðarin, Kåre Heggebø, minnist Reidar sum ein vællýddan mann og leiðara. 

 

- Hann var ein skarpur og karismatiskur leiðari í 12 ár. Eisini eftir, at hann var farin frá sum formaður, var hann ein greið rødd fyri fiski-og útróðrarmenn, sigur núverandi formaðurin við VG. 

 

Hann leggur aftrat, at Reidar Nilsen hevði ein lættan tóna, soleiðis at hann hevði eitt gott samskifti við allar flestu limirnar í Norges Fiskarlag. Hann var væl lýddur og virdur.

 

Sum skilst, vóru faðir og sonur á krabbaveiði, tá syrgiliga vanlukkan hendi, og framvegis verður leitað eftir Reidar Nilsen. Maðurin varð kosin heiðurslimur í Norges Fiskarlag í 2015.

 

Sambært Norges Fiskarlag gjørdist Reidar Nilsen útbúgvin stýrimaður við Sjómansskúlan í Tromsø í 1967, og árini 1962 til 1970 var hann í uttanlandssigling. Í 1970 valdi hann at gerast fiskimaður, og í fleiri ár fiskaði hann rækjur fram við norsku strondini og uppi í Barentshavinum.