31 ára gamli áleyparin, Emmanuel Adebayor, varð í september loystur úr sáttmálanum við Tottenham, men seinastu sáttmálar hansara hava verið somikið væl tryggjaðir, at hann nú – hóast hann einki felag hevur – tjenar nógvar pengar.
Sambært Daily Mail, so fær hann framvegis 1,03 mió. kr. um vikuna frá Tottenham, meðan Manchester City rindar honum aðrar 600.000 kr. um vikuna, sum var partur av avtaluni, tá ið hann í 2012 skifti úr City til Tottenham.
Emmanuel Adebayor ferðast í løtuni nógv í heimlandinum Togo og har um vegir, og finnur hann sær ikki nýtt felag í nærmastu framtíð, so kann hann bara hyggja at meðan 54 mió. kr. tikka inn á kontu hansara fram til 30. juni næsta ár, tá ið sáttmáli hansara er av.