Færri bilar seldir í 2021 í mun til 2020

68 færri bilar vóru seldir í fjør í mun til árið fyri.

 

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni um ársskiftið.

Men av persónbilum er kortini vaksið. í 2020 vóru seldir tilsamans 1882 nýggir persónbilar í mun til 1988 í fjør. Tað er ein munur upp á 106 bilar ella 5,6 prosent.

Størstu afturgongd í tølum hava vørubilarnir. Har er afturgongdin 14 prosent ella 68 bilar.

Eisini talið á nýggjum prutlum er minkað. Har er munurin 18,8 prosent ella 31 færri seld nýggj prutl.

 

##med2##