Færri brøv geva Posta verri úrslit

– Men her er óivað eitt framtíðarpotentiali, um man hyggur eftir gongdini globalt við vaksandi netsølu, heldur landsstýrismaðurin, ið varðar av almenna partafelagnum Posta

Tíðindaskriv frá Posta

 

Bjarni Kárason, ið varðar av P/F Postverk Føroya, luttók á aðalfundi felagsins fríggjadagin 3. mai.

 

Úrslitið fyri 2023 er eitt hall á 6,9 mió. kr. í mun til 0,5 mió. kr. í yvirskoti í 2022. Á inntøkusíðuni eru tað serliga ein minking á 19% í brævaflutninginum, ið tyngja felagið. Eisini rentuútreiðslur og hækkandi starvsfólkakostnaður tyngja úrslitið.

 

Leiðslan roynir at bøta um raksturin við átøkum og hevur góðar vónar um at hetta fer at eydnast, hóast gongdin í brævaflutninginum væntandi heldur fram.

 

Lesið eisini: Posta hevði 6,9 milliónir krónur í halli í fjør

 

– Posta hevur gjørt nógv fyri fylgja við tíðini og hevur ment nýggjar tænastur við eitt nú pakkaboksum og framkomnum KT-loysnum. Her er óivað eitt framtíðarpotentiali, um mann hyggur eftir gongdini globalt við vaksandi netsølu. Hinvegin er postflutningur, sum vit vanliga kenna tað, um at fara í søguna. Hetta er ein avbjóðing, sum vit mugu royna at handfara á ein skilagóðan hátt, sigur landsstýrismaðurin.