Færri doyggja fyri egnari hond

Landslæknin sigur, at samanborið við Norðurlond og Evropa, eru sjálvmorðstølini í Føroyum sera lág.

Ein partur av heilsulýsing landslæknans fyri Føroyar 2012-2013 snýr seg um tøl yvir sjálvmorð í Føroyum árini frá 1981 til og við 2012.


- Í 2012 gjørdu trý fólk við føstum bústaði í Føroym sjálvmorð, og fram til 11. august í ár hevur ein føroyingur tikið lívið av sær.

 

Tá landslæknin hyggur yvir hagtøl fyri sjálvmorð í Føroyum, sum tilsamans síðan 1981 hava verið stívliga 100 í tali, er niðurstøðan hjá honum, at okkara tøl eru sera lág í mun til tølini í eitt nú Norðurlondum og Evropa.

 

- Tølini yvir sjálvmorð í Føroym eru ikki økt seinastu 30 árini, men heldur eru tølini minkað.

 

Størsta sjálvmorðstalið eitt einstakt ár í Føroyum síðan 1981, var árið 1985, tá sjey fólk doyðu fyri egnari hond.

 

Í 1984, 1986, 1988, 1992, 2005 og í 2010 tóku seks fólk lívið av sær hvørt av hesum árunum.

 

Tað er bara í árunum 1999, 2001 og í 2009, at eingin føroyingur doyði fyri egnari hond, sigur landslæknin í sínari heilsulýsing.