Seinasta árið hevur Taks miðvíst arbeitt við at avmarka óregluliga nýtslu av vinnubilum. Tað Sunnudagin gjørdi Taks enn eitt eftirlitsátak, tá samfelagsmøti var í Høllini á Hálsi í Havn. Á heimasíðu sínari skrivar Taks, at eftirlitið vísti, at bert nøkur heilt fá fólk nýttu vinnubil í privatum ørindum hendan dagin. Fyritøkurnar, sum eiga virkisbilarnar, sum sóust við eftirlitið, fáa í næstum bræv frá Taks.
- Hetta fegnast vit sjálvandi um, tí ætlanin við hesum sjónligu átøkunum er, at tey skulu hava ein fyribyrgjandi virkna, og tað tykist at virka, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks.
Í fjør og í vár gjørdi Taks eftirlitsátøk til lands- og landskappingardystir í fótbólti. Í fyrstu átøkunum vóru fleiri, sum fingu bræv frá TAKS, men hetta tal tykist nú minka.
Vinnubilar eru bert eru ætlaðir til vinnuliga nýtslu. Tað er skattskyldugt hjá føraranum, um hann brúkar ein slíkan vinnubil til privata nýtslu, og fyritøkan hevur tá heldur ikki rætt til at fáa meirviriðisgjaldið endurgoldið.