Pál Joensen varð seinnapartin í dag fagnaður á móttøku hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni í Havn. Hóast bæði prúur og sterkur, stóð á hjá Páli at halda øllum blómutyssunum og øðrum gávum, hann fekk borið upp í kneppið á hátíðarhaldinum.
Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, Regin Hammer vegna Tryggingarfelagið Føroyar, Hergeir Nielsen, tingformaður og eisini umboð fyri føroysku ælivinnu stóðu øll á rað fyri at bera Páli fagnaðarorð.
Pál sjálvur var, eins og vanligt, lítillátin og avslappaður. Hann fegnaðist um móttøkuna í Havn, rósandi orðini og at so mong vóru møtt upp, men hann segði seg eisini gleða seg til at koma suður til Vágs.
Sí annars myndarøð frá móttøkuni á Portalinum.