Fagnaðurin savnar felagið

Dagbjørt Sólheim, sum er ein av venjarunum hjá Støkk, heldur Fimleikafagnaðin vera størstu hendingina fyri sjálvt felagsarbeiðið. Men samstundis er hon glað fyri, at fagnaðurin ikki er á hvørjum ári

Fimleikur

 

Tá talan er um Fimleikafagnaðin, er Støkk mest vinnandi felagið í landinum. Fyri tveimum árum síðani vunnu tey táverandi steypið til ognar, og nú nýtt steyp er latið, tryggjaði felagið av Glyvrum sær alt fyri eitt fyrsta partabrævið í hesum.

 

Stuttligt men strævið

Ein av venjarunum hjá felagnum er Dagbjørt Sólheim, og hon heldur, at tað hevur sína orsøk, at Støkk somikið støðugt hevur verið í toppinum av fimleikafagnaðinum.

- Fimleikafagnaðurin er heilt serligur, tí hetta er eisini eitt høvi at sýna fram breiddina í felagnum. Og fyri okkum í Støkk merkir hetta, at talan er um eitt tiltak, sum alt felagið savnast um. Og hetta skal jú eisini vera eitt tiltak, har vit kunnu vísa breiddina í felagnum. At vit eisini hava vunnið fagnaðin fleiri ferðir ger tað um nakað enn stuttligari, tí frá øllum síðum verður lagt sera nógv fyri, so samlaða úrslitið verður so gott sum gjørligt. Sum dømi kann eg nevna, at Johanna Troest framvegis er ein av primus-motorunum í okkara framførslum til fagnaðin, og hon var altso eisini við, tá Støkk varð stovnað fyri 42 árum síðani, sigur Dagbjørt.

Eitt, sum var sermerkt fyri framleiðsluna hjá Støkk, vóru mongu búnarnir, sum vóru nýttir. Og eisini hetta er eitt úrslit av, at øll kring felagið standa saman.

- Vit fáa evnið til fagnaðin at vita um várið, men arbeiðið í felagnum snýr seg jú eisini um so nógv annað enn bara fagnaðin. Men seinastu tveir mánaðirnar snýr mest sum alt í felagnum seg um fagnaðin. Foreldur og ommur hjálpa til við búnunum, og tað er fullkomuliga líkamikið, hvør uppgávan er. Alt verður gjørt sum skjótast, og tað er heilt fantastiskt fyri felagsarbeiðið, tá so er, sigur Dagbjørt.

Hóast eitt tiltak av hesum slagnum soleiðis er við til at savna allar kreftir í felagnum, so heldur Dagbjørt samstundis, at tað er er gott, at fagnaðurin bara er annað hvørt ár.

- Tað er jú ikki so, at vit hava ov lítið at gera tey árini, sum fagnaðurin ikki er. Og arbeiðið kring hetta er somikið intenst, at eg ivist í, um tað hevði borið til á sama hátt, um fagnaðurin var á hvørjum ári.

 

Gott við breiðum evni

Evnið, sum skuldi lýsast hesaferð, var Mótsetningar. Eitt evni, sum er sera breitt, og at byrja við voldi hetta nakað av trupulleikum, sigur Dagbjørt.

- Vit høvdu kanska hug at illneitast eitt sindur, tí at byrja við vistu vit ikki reiðiliga, hvar vit skuldu byrja og enda. Men so hvørt sum vit fingu ein reyðan tráð í framførsluna, haldi eg, at arbeiðið bara gekk betur og betur. Og eftir fagnaðin haldi eg, at vit øll vóru á einum máli um, at talan var um sera gott evni. Ikki minst tí hetta gjørdi fagnaðin so fjølbroyttan. Fyri áskoðaran ger tað, at tú ikki keðir teg tað allarminsta, tí allar framførlsurnar eru somikið ymiskar. Og sum heild haldi eg, at hesin fagnaðurin var millum teir heilt góðu, sigur Dagbjørt Sólheim.