Fagnaður har tað áður var vónbrot

Fyri 42 árum síðani taptu Føroyar 24 – 23 ímóti Italia, sum skoraði sigursmálið í síðsta sekundi

Fyri 42 árum síðani – fyrst í februar 1980 – var C HM kapping í hondbólti í Føroyum. Spenningurin var ógvuliga stórur, tá ið Føroyar spældu fyrsta dystin. Hann var í Høllini á Hálsi í Havn, og mótstøðuliðið var Italia.

 

Sum í kvøld so gekk tað fyri 42 árum síðani ógvuliga javnt á. Støðan var 23 – 23, tá ið Italia fór í síðsta álopið, og við skoti í síðsta sekundi skoraði Italia sigursmálið og vann 24 – 23.

 

Í kvøld var øðrvísi. Føroyar skoraðu sigursmálið til 27 – 26, og fagnaðurin var øgiligur millum spælararnar og áskoðararnar.

 

Fagnaður var stórur um, at tað við fínum avriki eydnaðist at vaska ikki so sannførandi avrikið í gjárkvøldið ímóti Luksemborg burtur, og tí sigurin ber við sær, at Føroyar við sigri ímóti Lettlandi í morgin spæla seg víðari ímóti HM endaspælinum.