Inni í Vika á Argjum er støðan í dag heilt øðrvísi, enn hon hevur verið higartil í ár. Í 12 teimum fyrstu landskappingardystunum er tað ongantíð eydnast at vinna fulla úrtøku. Einasta stigið undan dagsins dysti ímíti ÍF varð vunnið, tá ið TB var gestur á Argjum, og úrslitið var 0-0.
Eftir fínan hugburð og tepur 2-1 tap á útivølli ímóti bæði B36 og KÍ glapp tað í dag. AB vann 2-0 á heimavølli ímóti ÍF. Sigurin ber við sær, at AB nú hevur 4 stig, og tað eru fimm stig fram til ÍF og TB, sum AB um tvær vikur fer at spæla ímóti á jóansøku.
-Eftir góða hugburðin og avrikini ímóti B36 og KÍ vóru vit í dag ivaleysir um, at tað fór at eydnast í dag. Pílarnir hava peikað rætta vegin, men tað hevur verið trupulleiki, at vit ikki hava megnað at skora mál. Í dag eydnaðist tað, og eg eri sera fegin um, at vit hildu fram eftir vónbrotið, sum tað var, tá ið dómarin kolldømdi fyri rangstøðu, tá ið bólturin fyrstu ferð var í ÍF málinum. Tað gingu bara nøkur sekund, áðrenn Sam Pollard legði innfyri úr vinstru, og Brian Jakobsen millum fleiri mótstøðumenn tamdi bóltin og setti hann í netið, greiðir AB liðformaðurin Jákup Pauli Brecknann frá, og hann heldur fram:
-Í seinna hálvleiki var ÍF meiri á bóltinum, men vit hildu teimum frá at vinna seg til upplagdar málmøguleikar, og so var tað stór forloysing, tá ið Dánjal Danielsen fimm minuttir undan leikloki økti til 2-0. Innleggið var úr høgru, og hann tamdi bóltin aftanfyri handara stólpan, áðrenn hann smekkaði til. Tað var framúr at síggja, tá ið bólturin streyk inn við nærra stólpa, sigur Jákup Pauli Breckmann við midlar.fo.
Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at 18 ára gamli Dánjal Danielsen er málskjútti í bestu deildini.
Síðani Morten Overgaard fyri fáum vikum síðani tók við venjarastarvinum á Argjum, hava avrikini verið eyðkend av, at spælararnir hava víst øðrvísi hugburð, enn teir hava gjørt fyrr í ár.
-Vit hava alla tíðina roknað við møguleikanum, at tað fer at eydnast at røkka málinum, sum er at varðveita plássið í bestu deildini, og nú er tað hugaligt at bíða eftir næsta dystinum, sigur Jákup Pauli Breckmann.
Hetta var seynda tapið hjá ÍF á rað, men ÍF venjarin Alex Jovevic sigur seg framvegis rokna við møguleikanum, at tað fer at eydnaðist uppflytarunum úr Fuglafirði at varðveita plássið í bestu deildini:
-At tað nú er staðgur í landskappinini í tvær vikur kemur væl við. Tað er ein trupulleiki, at vit altíð fáa mál ímóti okkum, áðrenn vit skora, og í dag var fyrsta ferðin, at vit ikki hava skorað, síðani vit taptu 1-0 í Klaksvík, staðfestir Alex Jovevic.