Fagri nýggi heimur

Brave New World er heitið á nýggju Iron Maiden fløguni. Iron Maiden byrjaðu at spæla í 1976, og nú meiri enn 20 ár seinni, prógva teir, at dugur framvegis er í teimum. Yngd hyggur nærri eftir fyribrigdinum Iron Maiden

New Wawe Of British Heavy Metal, er eitt felagsheiti, sum ofta verður nýtt um ensku bólkaranar, sum í byrjanini av áttati árunum komu fram, við einum nýggjum og harðari stíli av Heavy Metal. Nøkur av nøvnunum sum vera sett í samband við hetta rák eru, Judas Priest, Saxon, Def Leppard og Motorhead og ikki minst Iron Maiden.

Iron Maiden sóu dagsins ljós í 1976. Tað vóru teir báðir Steve Harris, sum spældi bass, og Dave Murray, sum spældi guitar, sum tóku stig til at stovna bólkin. Afturat sær høvdu teir guitarleikaran Tony Parsons, trummusláaran Doug Sampson, og sangaran Paul Di?Anno. Bólkurin spældi tað fyrstu tíðina runt ymsa staðni í London. Longu áðrenn tað eydnaðist bólkinum at fáa plátusáttmála, hendu fyrstu broytingarnar í manningini.

Guitarleikarin Tony Parsons varð útskiftur við Dennis Stratton, og trummusláarin, Doug Sampson, varð útskiftur við Clive Burr. Fyrstu upptøkurnar við bólkinum vóru í 1979 útgivnar av plátufelagnum Rockhard, undir heitinum The Soundhouse Tapes.


Plátusáttmáli og gjøgnumbrot

Í 1980 fingu Iron Maiden sáttmála við stóra alltjóða plátufelagið Capitol Records, og seinni sama ár varð fyrsta LP plátan við bólkinum send á marknaðin. Plátan hevur eponyma heitið Iron Maiden. Iron Maiden plátan verður í dag mett at vera ein av mest slógbrótandi fyrstu útgávunum innan harðan rokk. Vert er eisini at nevna, um hesa útgávuna, at hetta er einasta útgávan har guitarleikarin Dennis Stratton er at hoyra. Árið eftir var Dennis Stratton útskiftur við Adrian Smith.

Killers er heiti á næstu Iron Maiden útgávuni. Árið er 1981, og Iron Maiden taka tráðin uppaftur har teir sleptu við fyrstu útgávuni. Killers er av teimum flestu mett at vera ein betri útgáva enn Iron Maiden. Teir ungu tónleikararnir hava ment seg, og eisini sangskrivingin hjá Steve Harris er ment. Sum sagt fyrr so var Adrian Smith nýggjur guitaristur á hesi útgávuni. Hetta hevur við sær, at tað er á hesi útgávuni, at tær tiltiknu twin-guitar harmoniirnar hjá Dave Murray og Adrian Smith eru at hoyra. Eitt eyðkenni sum hevur fylgt bólkinum líka síðani.

Júst sum at Iron Maiden vóru við at fáa fótin rættuliga fastan í rokkheiminum, hendi aftur ein broyting í manningini. Paul Di?Anno sum hevði verið sangari síðani byrjanina, varð orsaka av rúsdrekka trupulleikum, tveittur úr bólkinum, og í hansara stað kom tann óroyndi Bruce Dickinson.

Tey flestu hildu tá at nú vóru dagarnir hjá Iron Maiden taldir, og at tað aldrin fór at eydnast teimum at fóta sær aftur, við einum nýggjum sangara. Um hugt verður aftureftir, so er hetta nokk tann pástandurin í Iron Maiden samanhangi, sum hevur verið gjørdur mest grundiga til skammar.


Enter Bruce Dickinson

Number Of The Beast er heitið á útgávuni har Bruce Dickinson skal royna at lifta arvin eftir Paul Di?Anno. Í dag má sigast at hetta eydnaðist til fulnar.

Eitt meistaraverk, besta Heavy Metal pláta nakrantíð! eru nøkur av superlativunum, sum í dag vera oyst oman yvir hesa útgávu. Opera kenda røddin hjá Bruce Dickinson, lyfti tónleikin hjá Iron Maiden upp til nýggjar hæddir. Ein onnur broyting ið eisini er at hóma á Number Of The Beast er, at tónleikurin, sum á teimum báðum undanfarnu útgávunum, hevði í verið merktur av punk íblástri, á Number Of The Beast ikki er tað longur, og bólkurin spælur 100% reindyrkaðan tungmálmstónleik.

Number Of The Beast, streyk sum fyrsta Iron Maiden útgávan upp á fyrsta pláss á ensku sølulistunum, og kláraði seg eisini

væl í Amerika. Hóast at Iron Maiden nú uttan at himprast, kundu kalla seg heimsins besta Heavy Metal bólk, so var ikki tett fyri gjøgnumtrekkinum í bólkinum. Áðrenn farið var undir upptøkurnar av Piece Of Mind, hetta er heitið á fylgjandi Iron Maiden útgávuni, varð trummusláarin Clive Burr útskiftur við tann øra Nico McBrain.

Á ein hátt kann sigast, at Iron Maiden spældu trygt spæl við Piece Of Mind. Galloperandi bassurin hjá Steve Harris, brølandi sangurin hjá Bruce Dickinson, og vøkru guitarharmoniirnar hjá Adrian Smith og Dave Murray, saman við sangum sum The Trooper, Flight of Icarus, Die With Your Boots On og Where Eagles Dare, eru tað sum skuldi til, fyri at Iron Maiden skuldu raka plett enn einaferð.

Tey fylgjandi árini vóru Iron Maiden áhaldandi á konsertferð og í upptøkuhølunum, og líka til útgávan av Seventh Son Of A Seventh Son hendu ongar broytingar í bólkinum.


Exit Adrian Smith,

enter Janick Gers

Eftir enn eina møðandi konsertferð, vóru Iron Maiden aftur plátuaktuellir í 1988. Útviklingin innan tann harða rokkin, hevði í 1988 lagað tað soleiðis, at útvarpsvinarligur glam rokkur og trash metal ,fult av øði og agressiónum, vóru teir báðir ráðandi stílirnir innan harða rokkin. Iron Maiden høvdu ongan hug at nærkast hvørgum av hesum stílum, og hildu fast við tað sum teir higartil høvdu dugað best.

Sjálvt um tær sonevndu konsept pláturnar høvdu verið sannar deyðsfellur fyri nógvar aðrar bólkar, so var tað júst ein konsept pláta Iron Maiden lótu úr hondum, tá teirra sjeynda studio útgáva Seventh Son Of A Sevent Son var send á marknaðin. Plátan sigur søguna um ein profet í einari lítlari bygd sum ávarar ímóti fyristandandi undirgangi, men tíðanverri verður hann ikki tikin í álvara

Ummælarar tóku rættuliga væl ímóti hesi útgávuni, og Iron Maiden fingu tey bestu ummælini teir høvdu fingið síðani teir góvu út Number Of The Beast í 1982. Av tí sama eru tað mong sum siga at hetta eisini er tann seinasta stóra Iron Maiden plátan. Hon kann tískil sammetast við Killers, Number Of The Beast og Piece Of Mind.

Eftir at konsertferðin, sum var hildin í samband við Seventh Son Of A Seventh son var liðug, orkaði Adrian Smith ikki meir, og valdi at taka seg úr bólkinum. Hinir limirnir í bólkinum, vóru eisini nakað troyttir, tí teir avgjørdu at halda ein støðg uppá eitt ár. 1989 var tí eitt Iron Maiden frítt ár.

Bruce Dickinson nýtti høvið hetta árið at útgeva ein soloplátu, Tatooed Millonaire er heitið á hesari, sum fekk fína móttøku. Eisini Adrian Smith royndi seg sum solist, eftir at hann var farin burtur úr Iron Maiden. A.S.A.P ella Adrian Smith And Project komu sama árið við útgávuni Silver & Gold, og kanska er tað onkur sum minnist heitislagið, sum av og á var at hoyra.

Við nýggja guitarleikaranum Jannick Gers fóru Iron Maiden aftur í upptøkuhølini í 1990. Úrslitið av hesum upptøkum fekk navnið No Prayer For The Dying, og var ein afturvendan til gamla Iron Maiden stílin.


Exit Bruce Dickinson

Í 1992 kom so seinasta studioútgávan við Bruce Dickinson sum sangara, um sæð verður burtur frá Brave New World, ið hevur fáar dagar á baki. Fear Of The Dark er heitið á útgávuni, sum inniheldur 12 løg av skiftandi góðsku. Tað er eingin loyna, at tíðin um hetta mundið álvorliga var um at fara frá Iron Maiden, og tí galloperandi arbeiðararokkinum, sum teir líka síðani stovnanina hava hildið fast um.

Móttøkan av plátuni í Onglandi var hóast hetta rættuliga góð. Hon streyk beinleiðis inn á eitt fyrstapláss á sølulistunum. Ummælarar vóru hinvegin ikki ovurfegnir, og onkrir av teimum vóru eisini rættiliga náðileysir, tá teir skuldu fella dóm yvir útgávuna. Sum sagt, so var hetta svanasangurin hjá Bruce Dickinson í leiklutinum sum oddamaður í Iron Maiden. Aftana at hann hevði tikið seg úr bólkinum, segði hann alment, at hann metti at tíðin var farin frá Iron Maiden, og varð hetta av mongum skilt sum ein ábending til hinar limirnar í bólkinum um at tíðin var komin til at leggja árarnar inn, áðrenn tað seinasta av tí virðing í framvegis var millum manna skuldi hvørva

Eftir at Fear Of The Dark var útkomin fóru Iron Maiden á eina umfatandi farvæl konsertferð við Bruce Dickinson, eitt nú vóru teir eitt av høvuðsnøvnunum á tí árliga afturvendandi tiltakinum, Monsters Of Rock, sum verður hildið við Castle Donnington í Onglandi. Henda konsertferðin var væl vitjað. Nógvir av trúgvu Iron Maiden fjepparunum vildu nýta høvið at hoyra Bruce Dickinson eina seinastu ferð. Eisini úr Føroyum fór fitt av fólki við Smyrli til Skotlands á konsert við bólkinum.


Enter Blaze Bayley

Eftir at Bruce Dickinson var farin burtur úr Iron Maiden, fingu hinir limirnir ein nýggjan sangara upp í bólkin. Blaze Bailey, varð maðurin sum skuldi ganga í fótasporum Bruce Dickinsons. Orøkin til at valið júst fall á Blaze Bailey var, at Iron Maiden hevði verið á konsertferð saman við gamla bólkinum hjá Blaze Bailey, sum nevndist Wolfsbane. Wolfsbane blivu í 1990 spáddir eina stóra framtíð, tá teir góvu út fløguna Down Fall The Good Guys, men hetta bleiv kortini ongantíð til tað stóra.

Tvær útgávur bleiv tað til við Blaze Bailey sum sangara. Tann fyrra, The X Factor, kom út í 1995, og tann seinna, Virtual XI, kom í 1998. Hvørgin av hesum útgávum megnaði at sannføra fólk um at tað var eitt lív eftir Bruce Dickinson. Endin var tískil at Blaze Bailey fekk durafjórðingin aftur.


The Beast Is Back

Í 1999 hendi so tað sum nógv høvdu droymt um. Bæði Bruce Dickinson og Adrian Smith komu upp í bólkin aftur. Við trimum guitaristum, og Bruce Dickinson á odda, fóru Iron Maiden á eina útselda konsertferð í USA.

Fyri fáum døgum síðani kom so útgávan sum skal prógva at Iron Maiden framvegis kunnu kalla seg heimsins besta tungmálmsbólk. Brave New World er heitið á útgávuni, tikið frá bókini hjá Huxley við sama navni. Henda fløga er líka trúgv móti upprunanunum, sum ein muslimur móti koranini. Iron Maiden gera á hesi útgávuni tað teir duga best, nevniliga at spæla Iron Maiden. Einasta broyting í ljóðmyndini er at tað hevur eydnast framleiðaranum, Kevin Shirley, at framganda eitt trummuljóð, sum veruliga vil nakað. Vanligt trummuljóð hevur verið ein trupulleiki hjá Iron Maiden líka frá fyrsta degi.

Spennandi verður at hoyra um Iron Maiden, við sterkastu manning, megna at halda skútuni flótandi nú vit eru farin inn í eitt

nýtt ártúsund, har rapp og rennifjala punk, eru ráðandi kreftirnar á alltjóða tónleikapallinum. Respekt!