Nógv vóru tey, sum í fagrasta veðri leitaðu sær í Føgrulíð á fólkafund seinasta leygardag. Fólkafundurin varð hildin í sambandi við, at tað í ár eru hundrað ár síðani, at Føroya Fólkaháskúli varð settur á stovn. Orsøkin til, at júst Fagralíð var kosin til hetta tiltak var, at skúlin frá ár 1900 til 1909 búleikaðist júst her, á hesum annars so manntóma stað.
Meira enn væntað
Fyrireikararnir av fólkafundinum høvdu væntað, at eini 200 fólk, fóru at koma til fólkafundin. Men veruleikin var ein annar. Riðilin, ið kom gangandi oman av Hálsi og oman í Føgrulíð tóktist ikki hava nakran enda. Og eisini vóru tað fleiri, ið leitaðu sær til hesa mentanarløtu sjóvegis. Tá av tornaði var talið av fólki í Føgrulíð hendan fagra leygardag omanfyri tey fýrahundrað. Helst hava aldi áður verið so mong fólk á hesum fagra og nú søguliga stað.
Orøkin til tey mongu vitjandi var helst tað góða veðri, men eisini var væl skipað fyri, so lætt var at koma til fundin, hóast tú ikki var staddur í Norðoyggjum. Bussar koyrdu frá Dúgvuni niðan á Háls, haðani lætt var at ganga oman í líðina. Tey, ið kortini ikki hættaðu sær undir gongutúrin í brattlendinum, høvdu tó møguleika fyri at koma sjóvegis til fólkafundin, og vóru tey nøkur, ið nýttu hendan møguleikan. Men tey, ið leitaðu sær sjóvegis í Føgrulíð vóru kortini ikki bert fólk, ið ikki hættaðu sær undir gongutúrin. Mentafólk sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Bárður Jákupsson og onnur valdu at sigla heilt úr Havn við bátunum Dvørgamoy og Greipi.
Á sjálvstýrisleið
Tá Føroya Fólkaháskúli varð settur á stovn í 1899 var eitt ávíst sjálvstýrisrák í Føroyum, og tey, ið stóðu aftanfyri stovnanini av háskúlanum vóru eisini sjálvstýrisfólk. Hetta merktist eisini á røðunum, hildnar vórðu á fundinum leygardagin. Víst varð fleiri ferðir á sjálvstýrisrákið, ið aftur hevur tikið seg upp føroyinga millum. Onkur fór so langt sum at siga, at vísa á, at blokkstuðulin er ein púta, og at hetta orð eisini merkir hora.
Røðararnir á fólkafundinum vóru Símun av Skarði, langabbasonur stovnaðaran av háskúlanum, Guðrun Gaard og Rani Nolsøe. Vit fara at prenta allar røðurnar og leggja fyri í dag við røðuni hjá Símuni av Skarði.
Umframt røðurnar, vóru sangir eftir Símuni av Skarði sungnir, Bjørgfinnur Nielsen las upp yrkingina »Til Føgrulíðar« og Hanus Johansen undirhelt við songi, meðan fólk fingu høvi at eta sær matpakkarnar, tey høvdu við sær, utdir tí fagra himmalhválvinum yvir Føgrulíð.
Leiðin heim aftur eftir hugnaliga fólikafundin var kanska heldur tung hjá nøkrum. Bratt nevniliga at koma niðan aftur á Háls.