Fair play – eisini frá HSF

Hóast talan er um botnlið, sum skuldi spæla útidyst móti toppliði, so ber ikki til, at HSF skal ganga í odda í royndini at finna kreativar loysnir, tá føroyska veðurlagið argar

Ítróttarklumma

 

At veðurlíkindini kunnu gera samferðsluna trupla, vita suðuroyingar betur enn nakar annar.

At samferðsluleiðarin og komandi strandferðslustjórin eisini partur av venjarabeinkinum hjá VB, mundi ikki gera støðuna truplari í so máta, og tí var eisini skjótt at broyta annars løgdu ætlanirnar, soleiðis at VB og Kyndil kundu avgreiða dyst sín sunnukvøldið.

Hvaðani uppskotiðå so kom um, at dysturin kortini skuldi spælast klokkan 15, er ilt at vita, men tað er serstakliga merkisvert, at HSF skal taka undir við eini roynd at trumfa dyst ígjøgnum undir umstøðum, sum eru bæði ítróttarliga óforsvarligar og sum eisini eru greitt brot á allar reglur.

Gaman í er Kyndil niðast í kvinnudeildini, og sjálvandi var VB risa-favorittur undan dystinum. Men tað forsvarar ikki eina roynd at trýsta ein skerdan hóp at spæla undir ringast hugsandi fortreytunum. Og tað er greitt brot á reglurnar, tá HSF samstundis tekur undir við eini loysn, har spælari verður læntur frá mótstøðuliðnum. Ikki minst, tá hugsað verður um, at HSF í aðrar mátar hevur staðið serstakliga steyrrætt í spurninginum um at flyta spæliloyvið hjá einum øðrum Kyndils-málverja.

Tá kundi spurningurin hóskandi verið, hvørja støðu HSF hevði til, at Kyndil til stuttleika styrkti seg við einum trimum-fýra spælarum, tá tær skulu royna at fanga StÍF aftur. Ella kanska bara fyri at arga okkurt av oddaliðunum!

Og so er tað alla æru vert, at Kyndil á náttartíð vildi avgreiða dystin í Vági. Tá tosa vit um tað fair-play, sum VB so sanniliga eisini eigur uppiborið. Óteljandi ferðir hava tær havt ótespiligar ferðir og truplar umstøður at avgreiða sínar útidystir, men tað man hoyra til undantøkini, at hesir ikki verða greiddir.