Fakfeløg avlýsa samhugaverkfall

Í morgin skuldu 21 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum í eitt 24 tíma samhugaverkfall við pedagogunum, men hetta samhugaverkfall er nú formliga avblást.

– 24 tíma samhugaverkfallið, sum 21 fakfeløg á arbeiðsmarknaðinum høvdu boðað frá, er avlýst, nú tað eydnaðist Føroya Pedagogfelag at gera sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sigur Suni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, í fráboðan nú seinnapartin.

 

Samhugaverkfallið varð lýst at galda frá mánamorgni kl. 7.00 til týsmorgunin kl. 7.00 á arbeiðsplássum undir landinum og hjá kommununum, men verður av ongum.