Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg, sum meirilutin í fíggjarnevndini hevur latið úr hondum, vísir enn einaferð, at verandi samgonga ætlar at vanligi føroyski løntakarin skal gjalda fyri vitleysa sparingarpolitikk landsstýrisins.
Soleiðis byrjar eitt bræv, sum sjey fakfeløg hjá tímaløntum handaðu øllum flokkum á løgtingi undir 2.viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum mánadagin. Brævið er undirskrivað av Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag.
Fakfeløgini finnast hvassliga at ætlanunum hjá samgonguni um at broyta dagpeningaskipanina, so dagpengur ikki verður goldin frá fyrsta sjúkradegi. Á henda hátt væntar samgongan at spara 11 milliónir krónur. Sparingin, sum krevur broytingar í lógini um dagpeningaskipanina, er longu tikin við í fíggjarlógaruppskotið. Í staðin ætlar samgongan at áleggja arbeiðsgevarum at gjalda fyri fyrsta sjúkradagin hjá tímaløntum
Ikki allar súðir syftar
Mánakvøldið samtyktu samgongulimirnir broytingarnar hjá meirilutanum í fíggjarnevndini til fíggjarlógaruppskotið, og harvið eisini broytingina í dagpeningaskipanini. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, var ein teirra, ið mánadagin fylgdi orðaskiftinum við 2.viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, og fílist hon á, at áheitanin frá fakfeløgunum var nærum ikki tikin uppá tungu undir viðgerðini.
- Men eg trúgvi kortini ikki, at allar súðir eru syftar enn. Ætlanin krevur broytingar í lógini um dagpening, og eisini vil eg síggja tann dag, tá arbeiðsgevarar fara at gjalda karensdagarnar hjá teimum tímaløntu, sigur Ingeborg Vinther.
Hon ásannar at ikki er óhugsandi, at arbeiðsgevarar, verður teimum álagt við lóg at gjalda karensdagarnar, fara at brúka hetta í komandi lønarsamráðingum. Men hetta kemur als ikki uppá tal, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.
- Eg veit ikki, um hetta er taktikkur hjá samgonguni, men fakfeløgini fara ongantíð at góðtaka at karensdagarnir vera drignir inn í lønarsamráðingar, sigur Ingeborg Vinther.
Í brævinum til politisku flokkarnar heita feløgini á allar løgtingslimir um at atkvøða ímóti teimum asosialu sparingum, sum lagt verður upp til. Feløgini siga seg ikki fara at lata hetta um seg ganga, og eru til reiðar at taka neyðugu stig fyri at steðga áganginum móti løntakarum. Ingeborg Vinther sigur, at hon kann bara staðfesta, at hóast áheitanina frá feløgunum valdi samgongan kortini at samtykkja sparingina í dagpeningaskipini.
- Nú mugu vit bíða eftir, hvat fer at henda. Verður endaliga úrslitið, at arbeiðsgevarin skal gjalda fyri fyrsta sjúkradagin, so rakar tað ikki í fyrstu atløgu arbeiðstakaran. Men tað er greitt, at hetta fer at gera støðuna munandi verri hjá teimum veikastu á arbeiðsmarknaðinum mótvegis arbeiðsgevaranum, tí tey sum eru nógv sjúk fara at vera koyrd til hús, vísir Ingeborg Vinther á. Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag leggur afturat, at ætlanin hjá samgonguni bara rakar tey tímaløntu, tí tey sum eru fevnd at starvsmannalógini og onnur fastlønt fáa løn í samband við sjúku, og verða tí ikki rakt av sparingunum hjá samgonguni.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, ásannar, at broytingin í dagpeningalógini kann fara at raka tey veikastu á arbeiðsmarknaðinum. Hann vísir á, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, har tað hevur verið vanligt at arbeiðspláss hava víst eitt ávíst forstáilsi fyri, tá fólk hava verið sjúk. Men hetta kann skjótt broytast, um arbeiðsgevarin skal rinda fyri sjúkradagarnar hjá tímaløntum.
- Í síðsta enda er tað eisini ein spurningur um krónur og oyru, og tí er tað ein ávísur vandi fyri, at tey veikastu á arbeiðsplássunum, tey ið eru ofta sjúk, fyrst verða uppsøgd, tá minni arbeiði er á virkjunum, sigur Jan Mortensen.
Standa saman
Lógin um dagpening er frá maj mánað í fjør. Áðrenn lógin kom í gildi skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag sínar felags viðmerkingar til Almanna- og Heilsumálastýrið. Í brævinum mæltu feløgini til, at tað almenna eigur at rinda fyri dagpening frá fyrsta sjúkradegi. Tá vístu feløgini á, at í grannalondunum verða arbeiðsgevarar álagdir at gjalda ávís gjøld, tey veiku detta út av arbeiðsmarknaðinum, og síðan skal tað almenna royna at seta skipanir í verk, ið fáa tey innaftur á arbeiðsmarknaðin. Tí verður tað ikki bíligari fyri tað almenna, at arbeiðsgevarar skulu rinda fyri fyrsta sjúkradag, vístu feløgini á.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at støðan hjá arbeiðsgevarum er tann sama í dag sum tá viðmerkingarnar vóru gjørdar til lógina um dagpening, og tí mælir hann, eins og fakfeløgini hjá tímaløntum, frá at broyta lógina.