Fakfeløg klaga: Løgreglan fór langt útum sínar heimildir

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava klagað løgregluna fyri ríkisadvokatinum í sambandi við verkfallið í fjør

Klaga

Føroya Arbeiðarafelag og HavnarArbeiðskvinnufelag hava ongantíð dult fyri, at tey vóru sera misnøgd við framferðina hjá løgregluni í sambandi við verkfallið í fjør.
Í sambandi við verkfallið vórðu vegurin í Kollafirði og fleiri aðrastaðni í landinum, blokeraðir og tað endaði við, at Løgreglan legði uppí.
Men fakfeløgini góðtaka ikki framferðina hjá løgregluni og tey klagaðu tí til Fútan um framferðina hjá henni.
Men Fútin hevur víst málið frá sær og hann hevur boðað frá, at hann ger ikki meiri við tað.
Men hesum vilja fakfeløgini ikki lata sær lynda og avgerðin hjá fútanum hevur ikki fingið tey at sleppa málinum og tey góðtaka framvegis ikki framferðina hjá løgregluni
Tvørturímóti hava tey síðani gjørt av at klaga løgregluna fyri ríkisadvokatinum, sum er hægsti myndugleiki á økinum.
? Vit halda, at løgreglan fór langt útum sínar heimildir og at hon gjørdi nógv meiri av enn neyðugt var, fyri at gera sítt arbeiði, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelg í eini viðmerking til klaguna.

Lurtaðu eftir telefonini í loyndum?
Í klaguni nevna fakfeløgini fleiri ítøkilig dømi um framferð hjá løgregluni, sum tey ikki vilja góðtaka.
? Eitt nú møtti løgreglan upp og søgdu, at teir komu við einum fútabanni ímóti blokadunum.
? Men eitt fútabann hevur onki við løgregluna at gera, og tað er als ikki løgreglan, sum hevur heimild at seta fútabann í verk. Eitt fútabann er ein avgerð, sum einans kann takast av dómsvaldinum, sigur IngeborgVinther.
Hon fýlist eisini á, at løgreglan einans vildi geva fekfeløgunum 15 minuttir at taka blokadurnar kring landið av.
?Hetta er alt ov stutt skotbrá, tí Løgreglan veit, at vit hava ongan møguleika at taka allar blokadurnar kring landið av við so stuttari freist, sigur Ingeborg Vinther.
? Men so hava vit eisini lagt merki til, at løgreglan í sínum viðmerkingum til málið hevur sagt, at eitt korter var ríkiligt, tí tað var nógv telefonsamband ímillum skrivstovurnar í Havnini og blokaduvaktirnar.
Ingeborg Vinther spyr, hvussu løgreglan kann vita tað.
? Vit hava spurt okkum sjálvi, um løgreglan í loyndum hevur lurtað eftir telefonini hjá okkum, tí hvussu kann hon annars vita, hvussu telefonsamskiftið er ímillum skrivstovurnar hjá okkum og blokaduvaktirnar, spyr Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tey føldu seg eisini rættiliga forfylgd av løgregluni hesa tíðina, verkfallið vardi.
? Tað kom ofta fyri, at løgreglufólk tarnaðu okkum í vanligari ferðslu. Tað gjørdu teir ofta við at koyra aftaná okkum og forfylgja okkum, ikki bara í blokaduøkjum, men eisini í vanligari ferðslu. Ingeborg Vinther sigur, at bæði hon sjálv og aðrir nevndarlimir í fakfeløgunum vóru fleiri ferðir úti fyri tí, at løgreglan forfylgdi teimum runt í Havnini í bili.
? Alt hetta ger,a t vit føla okkum at hava verið fyri rættiliga grovum ágangi frá løgregluni og tað finan vit okkum ikki í. Tí hava vit kært framferðina hjá løgregluni fyri ríkisadvokatinum, sigur Ingeborg Vinther.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá fútanum, áðrenn blaðið fór til prentingar