Fakfeløg móti skerjingunum í ALS

Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava havt fund við umboð sítt í ALS Stýrinum og fingið frágreiðing um støðuna.

- Vit hava gjørt og gjørdu greitt, at fleiri av ætlaðu inntrivunum, kunnu vit ikki taka undir við. Vit stuðla okkara umboði og vit vita, at hann er samdur við okkum, tó at hann hevur verið við at skriva undir ta semjuna, ið stýrið hevur latið úr hondum, siga feløgini.

At neyðugt er at tálma útreiðslum grunnsins eru fakfeløgini greið yvir og samd, tó kunnu tey ikki góðtaka, at tey arbeiðstøku skulu bera so stóran kostnað av broytingunum.

- Vit taka als ikki undir við at bíðidagar aftur verða ásettir. Heldur skal lógarbroyting gerast, sum ásetir treytir, um fólk gerast arbeiðsleys fleiri ferðir innan stutt tíðarbil.

Hámarkið á kr. 600.000,- skal avtakast og inngjaldið í grunnin kann økjast, at avmarka tapið í grunninum, siga feløgini

At skerja hægsta útgjaldið við kr. 2.500,- kunnu tey heldur ikki taka undir við.

- Vit eru fullsamd um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, og einans teir, ið vara av ALS – og løgtingið skal ikki taka stýrið av ræði.

Vit heita tískil á stýrið at endurskoða teirra tilráðing og skipanin,a og at málið verður tikið aftur úr tinginum.