Fakfeløg skulu sjálvandi blanda seg upp í politikk

FAKFELØG OG POLITIKKUR Fakfelagsarbeiði og politikkur hoyra óloysiliga saman, halda fleiri fakfeløg

- Fakfeløg skulu blanda seg upp í politikk. Men fakfeløg skulu ikki vera partapolitisk.
Tað halda fleiri føroysk fakfeløg.
Á fólkafundinum í Klaksvík um vikuskiftið varð spurningurin um sambandið ímillum fakfeløg og politiskar flokkar, til viðgerðar.
Fleiri av fakfeløgunum eru sannførd um, at fakfelagsarbeiðið og politikkur hanga óloysiliga saman, og at fakfeløgini skulu sjálvandi blanda seg upp í politikk.
Tað halda bæði Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedegogfelagnum, Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, Majbritt Mohr, forkvinna á Heilsurøktarafelagnum og Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Tey vísa øll á, at politikkur hevur stóra ávirkan á viðurskiftini hjá limunum í fakfeløgunum.
Tískili er tað sjálvsagt, at fakfeløg blanda seg upp í, tá ið politiskar avgerðir verða tiknar, sum ávirka livikorini hjá limunum.
Fleiri av teimum halda enntá, at fakfeløgini hava beinleiðis skyldu til at leggja seg út í politisk mál.
Majbritt Mohr heldur enntá, at fakfeløgini eiga at gera vart við síni sjónarmið í at kalla hvørjum einasta máli, sum er frammi politiskt.
- Fakfelagsarbeiðið er politikkur og vit taka tað sum okkara skyldu at gera vart við okkum, staðfestir Selma Ellingsgaard.
- Tann, sum fæst við fakfelagspolitikk, sleppur ikki undan at leggja seg út í politikki, heldur Georg F. Hansen.

Bjóða okkum av
Hinvegin eru fakfeløgini næstan líka samd um tað, at tey eiga ikki at blanda seg upp í partapolitikk.
Hjá summum av feløgunum stendur tað enntá niðurfelt í viðtøkurnar, at tey skulu vera partapolitisk óheft.
Tey vísa á, at eisini í sjálvum fakfeløgunum eru nógvar ymsar politiskar áskoðanir
Sostatt fara tey ikki at stuðla ávísum flokkum og tey halda øll, at tað er heilt óhugsandi, at fakfeløg fara at stuðla ávísum politisku, flokkum fíggjarliga.
Summi halda, at lyfti um fíggjarligan stuðul, ella hóttanin um at taka fíggjarligan stuðul aftur, eigur ikki at stýra politikkinum.
Tann einasti, sum ikki er heilt avgjørdur er formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Georg F. Hansen er ikki so avgjørdur, tí hann heldur, at Føroya Arbeiðarafelag kundi hugsast at stuðla ávísum flokki.
Men tað verður ikki treytaleyst, leggur hann afturat.
sHann sigur, at hendan samgongan, sum nú situr, hevur rættiliga bjóða fakfeløgunum av, tí hon hevur lagt so stórar byrðar á fólk, sum hann málbar seg.
Her hugsaði hann um at forskatta pensjónir, sum ger, at limir í Føroya Arbeiðarafelag missa ein stóran part av pensjónini.
- Tí er tað ein spurningur um Føroya Arbeiðarafelag ikki eigur at blanda seg meiri upp í, tá ið løgtingsval verður aftur so at teir flokkar, sum hava sett hetta í verk, verða settir til svars fyri tað.


Spyrja flokkar
Ein møguleiki, sum varð nevndur á fólkafundinum var, at tá ið løgtingsval verður aftur, skulu fakfeløgini senda flokkunum nakrar beinleiðis spurningar at vita, hvørja støðu, teir ymsu flokkarnir hava til ymisk mál.
Hetta halda fakfeløg, kundi verið eitt gott hugskot
Svarini kunnu so leggjast fyri limirnar í fakfeløgunum og so kunnu teir sjálvir avgera, hvør flokkur tænir teirra áhugamálum best.