Fakfeløg styrkja samstarvið

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, ætla nú at leggja lívstryggingarnar hjá báðum feløgunum saman


 
Styrkt samstarv
 

Nú er ætlanin at styrkja samstarvið ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag.
Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, varð nevnt, at felagið hevur sera gott samstarv við Havnar Arbeiðsmannafelag.
Og nú er ætlanin at styrkja tað samstarvið enn meiri.
Í hesum sambandi eru ítøkiligar ætlanir um at leggja lívstryggingarnar hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, saman.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, tey bæði feløgini hava tosað saman um møguleikan at leggja báðar tryggingarnar saman og tað vísir seg, at áhugi er fyri tí.
Og á alfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, fekk nevndin so heimild at leggja lívstryggingina hjá Føroya Arbeiðarafelag saman við tryggingina hjá Havnar Arbeiðsmananfelag, sum er í ferð við at fáa sær eina lívstryggingarksipan hjá ALKA, ið er sama felag, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur sína trygging í.
Nú skal spurningurin so eisini samtykkjast í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Lívstryggingin veitir endurgjald við deyða og álvarsliga sjúku og Ingeborg Vinther sigur, at vera tryggingarnar hjá báðum feløgunum samanlagdar, verður puljan av tryggingartakarunum nógv størri og tað fer at geva báðum feløgunum eina væl bíligari og eina betri tryging eisini.
Hon sigur, at riggar tað væl at leggja lívstryggingarnar saman, kann tað eisini henda, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag eisini fara at leggja eftirlønargrunnarnar hjá báðum feløgunum saman um nøkur ár, tí tað skuldi eisini verið ein fyrimunur hjá báðum feløgunum og givið eina betri eftirløn og eina nóligari umsiting.
Ingeborg Vinther sigur, at ein avgerandi styrki við eftirlønargrunninum hjá Føroya Arbeiðarafelag er, at felagið umsitur sjálvt sín eftirlønargrunn og tað ger hann sera bíligan í umsiting og tað er ein fyrimunur.
Annars tosað arbeiðarafeløgini sum heild um tættari samstarv. Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag, arbeiðarafeløgini í Havn og í Klaksvík hava tosað saman um, hvussu tey kunnu skipa seg í samstarv.