info
Ongi úrslit

Fakfeløg ávara:Fingrarnar vekk frá milliónunum hjá ALS

? Vit góðtaka undir ongum umstøðum, at landsstýrið leggur sína køldu hond á peningin hjá Als, siga 30 fakfeløg við landsstýrið

info
Áki Bertholdsen
26. juli 1999 kl. 20:35
?Landsstýrið skal halda fingrarnar langt vekk frá pengunum hjá ALS.
Hetta er tann púra greiði boðskapurin frá 30 føroyskum fakfeløgum til Føroya Landsstyrið.
Tað, sum hevur elvt fakfeløgunum til at senda hendan boðskapin út í Tinganes er, at Landsstýrið ætlar at kanna møguleikan at fáa ALS at verða við til at fíggja útreiðslurnar til ein barnsburðargrunn.
Arbeiðsloysisskipanin eigur næstan 200 milliónir krónur og tað hevur givið landsstýrismanninum í vinnumálum, Finnboga Arge, hugskotið til at fáa ALS at vera við til at fíggja barnsburðargrunnin.
Somuleiðis hevur møguleikin verið nevndur at fáa AlS at taka lut í fíggingini av eini eftirlønarskipan.
Hendan ætlanin hevur vakt so stóran ans í fakfeløgunum, at tey kallaðu saman til snarfund í fakfelagsbólkinum, har umboð fyri fleiri av teimum størstu fakfeløgunum sita.
Tilsamans umboða tey eini 30 fakfeløg.

Fara at forða fyri ætlanini
Og niðurstøðan av fakfelagsfundinum varð gjørd púra greið í einum brævi, sum nú er sent Finnboga Arge, landstýrismanni í vinnumálum og Helenu Dam á Neystabø, heilsumálaráðharra.
?Vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Landsstýrið fer at leggjast á ognirnar hjá ALS, og vit ivast eisini í, um Landsstýrið hevur lógfrøðiliga heimild til at fremja slík stig, siga feløgini.
Fekfeløgini gera eisini vart við, at um landsstýrið kortini fer at taka stig til at brúka peningin hjá ALS til onnur endamál, enn hann er ætlaður til, so fara fakfeløgini at taka neyðugu stigini til at forða fyri, at Landsstýrið fer at bróta niður ALS skipanina, sum limirnir í feløgunum hava brúkt fleiri ár uppá at byggja upp.
Feløgini siga, at hetta er ikki fyrstu ferð, at tey hava staðfest, at samgongan setur tiltøk í verk, sum beinleiðis nerva rættindini hjá føroyska løntakaranum.
Tað, sum feløgini m.a. sipa til, er, at heimarøktin er nógv skerd, at heilsuverkið er nógv skert og at
?Tí skulu vit ávara ímóti hesi ohepnu kós, sum samgongan tykist at hava valt.
? Og vit skulu gera vart við, at fakfeløgini ætla ikki at sita hendur í favn um hesin fakfelagsfíggindaligi politikkur heldur fram, siga feløgini í brævinum til Landsstýrið, sum Joan Ziskason hevur undirskrivað fyri sjúkrasystrafelagið, Gunnleivur Dalsgarð fyri Starvsmannafelagið, Eyðfinn Petersen fyri handverkarafeløgini, Vígdis Johannesen fyri Havnar Arbeiðskvinnufelag, Carl Johansen fyri Havnar Arbeiðsmannafelag og Ingeborg Vinther fyri Føroya Arbeiðarafelag.
Ingeborg Vinther, formaður í tí størsta fakfelagnum, Føroya Arbeiðarafelag sigur, at peningurin hjá ALS skal bara brúkast til tað, sum hann er ætlaður til, nevniliga at bøta um korini hjá teimum arbeiðsleysu.
Og at gera barnsburðargrunn hevur onki við endamálið hjá ALS at gera.
Ein barnsburðargrunnur er ein asamfelagsuppgáva, sum skal loysast uttanum ALS-skipanina
? IngeborgVinther sigur, at tað er av alstórum týdningi at leggja sær í geyma, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum sum hava bygt ALS upp og sum eiga peningin í henni.
? Og tað er toppmáldur frekleiki at politikarar nú royna at seta fingrarnar í peningin hjá skipanini. Tað vera nevniliga ikki teir, sum koma at gera av, hvat peningurin skal brúkast til.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava fostur­tøku­málið úr nevnd

23 minuttir síðan
Tíðindi

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja noyðist at brúka neyðstreym

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett íslendskan hjálparvenjara

1 tími síðan
Tíðindi

Mótstøðumaður Netanyahus fær fyrsta møguleikan

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri løstað í jarðskjálvta í Japan

2 tímar síðan
Tíðindi

Herverk móti bili í miðbýnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks dripin í skotálopi í Krakow

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump bjóðar kampsportsstjóra starv sum talsfólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir menn avrættaðir í Iran eftir januar-mótmæli

4 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein føroyskan sigur

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hillerød er bert eitt stig frá ovara endaspælinum

11 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Gyltu misti alt á gólvið seinasta minuttin

12 tímar síðan