Fakfeløgini keypa Føroya Lívstrygging

Í mai 2012 handaðu fleiri av føroysku fakfeløgum Vinnumálaráðnum eitt boð uppá at keypa 50% av Føroya Lívstrygging. Í vár settu fakfeløgini ein bólk við fimm umboðum fyri feløgini at arbeiða víðari við málinum. Drúgva tilgongdin, sum m.a. fevndi um eina gjølla kanning og meting av Føroya Lívstrygging, er nú komin so langt, at keypssáttmáli er undirskrivaður.

Bólkurin av fakfeløgum keypir helvtina av partabrøvunum, og samstundis fær Ognarfelagið Lív, sum umboðar allar tryggingartakarar í Lív, hina helvtina handaða frá Føroya Landsstýri. Keypssáttmálin varð undirskrivaður fríggjadagin 14. desember 2012 kl. 11:00 á Føroya Lívstrygging. Keypið er treytað av, at Tryggingareftirlitið og avvarðandi myndugleikar góðkenna tað.

Keypið av helvtini av Lív vísir á møguleikar fyri øktum samstarvi innan føroysku fakfelagsrørsluna, heldur fakfelagsbólkurin. Hetta er undirbygt av góða samstarvinum innanhýsis í fakfelagsbólkinum, millum fakfeløgini og samstarvinum við Vinnumálaráðið og Ognarfelagið Lív. Fyri tey 17 fakfeløgini, sum eru við í keypinum, er endamálið við keypinum at tryggja limunum eina so góða pensjónsavtalu, sum gjørligt.

- Okkara fremsta áhugamál er, at pensjónsuppsparingarnar geva eitt so gott avkast, sum møguligt, at váðin av íløgum er sum minst, og at umsitingin av eftirlønunum er so góð og bílig sum møguligt," siga umboð fyri fakfelagsbólkin.

Umboðini í arbeiðsbólkinum hava, við heimild frá nevndunum í niðanfyri nevndu fakfeløgum, skrivað undir sáttmála um keyp av helvtini av Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur. Feløgini meta keypið verða eitt stórt framstig fyri fakfelagsrørsluna og føroyska samfelagið.

Fyri Føroya Lívstrygging er hetta avgjørt ein ynskistøða.

- Vit kunnu í veruleikanum siga, at Lív nú fær hóskiligastu eigararnar. Vit hava altíð agerað sum eitt kundaátt felag. Nú verða formellu eigararnir so kundarnir sjálvir. Tí kunnu vit siga, at drúgva óvissan um framtíðastsøðu felagsins nú fær best hugsandi enda, sigur Poul Christoffur Thomassen, fráfarandi stjóri í Lív, sum eisini fegnast um, at sølutilgongdin er komin so væl áleiðis, nú Jan Jakobsen tekur við sum stjóri í Lív 1. januar 2013.