Fakfelag: Mærsk svíkir danskar sjómenn

Danska stórreiðaríið Mærsk hevur gjørt av, at minst 49 bingjuskip hjá felagnum, sum sigla undir fremmandum flaggi, skulu sigla undir donskum flaggi í framtíðini. Men sambært fakfelagnum 3F Sømændene fáa hvørki danskir sjómenn ella danskir skattaborgarar nakað burtur úr avgerðini. Tann einasti, sum fær ágóða, er reiðaríið sjálvt, sigur felagið.

-Tey, sum manna skipini, skulu ikki rinda skatt í Danmark, og danskir sáttmálar galda ikki umborð. Skipið verða mannað við filipinum, kinesarum og indarum, sigur Henrik Berlau hjá 3F Sømændene við DR. Hann hartar samstundis donsku politikararnar fyri at gera, sum Mærsk sigur.

-Hetta er púra burturvið. Men tað eru eingir politikarar, sum tora at seta seg upp ímóti Mærsk. Fyritøkan er annahvørt beint undir ella beint oman fyri kongshúsið, sigur Henrik Berlau við danska kringvarpið.