Fakfeløg fyrireika stríðsstig móti landsstýrinum

Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fyrireika stríðstig at seta í verk ímóti landsstýrinum, sum hevur ætlanir um at skerja rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum segði við útvarpið á middegi, at tað verður greitt í dag ella í morgin, hvørji stríðstig tey fara at seta í verk.

 

Hann sigur eisini, at hesi stríðstig einki hava við aktuella stríðið hjá Pedagogfelagnum og Fíggjarmálaráðnum um nýggja sáttmála at gera.

 

Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaiðnum er misnøgd við, at landsstýri skerjir rættindini hjá fakfeløgum at fara í verkfall, og tað er hesum, sum tey mótmæla.

 

Umframt at lóggeva ávísar pedagogar í Almannaverkinum til arbeiðis aftur, so hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hann í heyst kemur við lógaruppskoti, sum generelt fer at skerja rættin hjá fakfeløguk at fara í verkfall.