Fakfestivalur um og fyri frítíðarskúlar 2005

Aftur í ár skipar Synergi, saman við frítíðarskúlaleiðarum, fyri einum fakfestivali. Hesuferð verður hann 11. august í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Saman við leiðarum á frítíðarskúlum í Eysturoynni hevur Synergi aftur í ár skipað fyri einum fakfestivali. Hann verður fyri øll, ið starvast á frítíðarskúlum og øðrum, sum arbeiða við 6-9 ára gomlum børnum.
Í ár verður skráin serliga spennandi. Dentur verður m.a. lagdur á, um børn skulu kunna siga »idiot« ella »fuck you« við hvønn annan, og um tað er í lagi at burturvísa einum barni.
Spurningurin, hvørt ein partur av uppalingini av børnunum liggur hjá starvsfólkunum á frítíðarskúlunum, veðrur eisini havdur á lofti.

Fyrilestrar
Nógvir fyrilestrar verða eisini á skránni.
Jógvan Philbrow og Jarvin Feilberg Hansen úr Pedagogfelagnum, fara at hugleiða um evnið »frítíðarheim ? hvagar gongur leiðin?«
Margrethe Brun Hansen, cand. Psych, og rithøvundur fer at tosa um »Hvør hevur ábyrgdina av uppvøkstrinum hjá børnum í dag?«
Emely Næs, pedagogur, hevur ein fyrilestur við heitinum »Marte Meo ? høvuðsprinsippið aftanfyri arbeiðsháttin«.
Birk Christensen, lærari, rithøvundur og leiðari fyri Børns Vilkår, fer at hugleiða um, »Hvat er ein góður dagur fyri eitt barn frá 6?9 ár?«
Anna Louise Stevnhøj, ið er útbúgvin journalistur, men sum eisini er rithøvundur og frosprákari fyri Børns Vilkår, fer at tosa um evnið »Tá børn skeldast«.
Elin Winther Poulsen, journalistur í ÙF, verður orðstýrari.
Meira um fakfestivsalin kann lesast á www.synergi.fo.