Faklig nevnd skal gera føroyskt fátækramark
- Hetta er er ein faklig nevnd burturav.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at tað er orsøkin til, at hvørki pensjónistar, ella nakar annar áhugabólkur, er við í nevndini, sum skal áseta eitt føroyskt fátækramark.
- Skuldu pensjónistarnir havt umboð í nevndini, vóru tað so nógvir aðrir áhugabólkar, sum eisini skuldu havt sama rætt, sigur hon.
- At áseta eitt føroyskt fátækramark, er ein torskild uppgáva og tískil hava vit brúk fyri fakfólki við eini hollari vitan um samfelagsviðurskiftini, í nevndini.
Annika Olsen sigur, at tá ið hon fær tilmæli frá nevndini, fer hon at gera eitt lógaruppskot um eitt føroyskt fátækramark og tað verður síðani lagt fyri Løgtingið til viðgerðar.
Men tað verður ikki fyrrenn einaferð í heyst.
Tórfør uppgáva
Annika Olsen staðfestir, at í Føroyum er ongin almenn allýsing av fátækradømi. Tí kann tað vera tórført at eyðmerkja, hvør er fátækur, og hvørji átøk skulu til fyri at stuðla undir, at fólk koma úr fíggjarligari trongstøðu.
- Eg haldi, at tað er rætt at allýsa fátækradømi í Føroyum, tí tá ið 500 familjur søkja um hjálp frá Í menniskjum góður tokki, er tað eitt greitt tekin um, at tað eru nógv, sum ikki hava tað gott.
- Tað kunnu vit ikki venda tað blinda eyga til, sigur Annika Olsen.
Annika Olsen sigur, at tá ið fátækradømið er allýst, og vit hava fingið úrslitið av Manntali, sum eisini gevur okkum nógvar upplýsingar, er politiski myndugleikin betri brynjaður at taka støðu til, hvørji átøk skulu setast í gildi fyri at bøta um støðuna.
Og hon er sannførd um, at talan verður ikki bara um at hækka ymsar almannaveitingar.
- Eg eri sannførd um, at tað loysir verri enn so allar trupulleikarnar. Hvat við familjuni í Hoyvík, við tveimum góðum inntøkum, men sum situr í so dýrum húsum, at tey hava ikki ráð at keypa børnunum mjólk?
- Teir trupulleikarnir verða loystir við at hækka pensjónir, tí har skal annað til, sigur landsstýriskvinnan.
Serføroyskt fátækramark
Nevndin, sum er sett at arbeiða við einum føroyskum fátækramarki, skal gera eitt føroyskt fátækramark, sum tekur støði í føroyskum viðurskiftum.
Tað stendur í arbeiðssetninginum, sum nevndin hevur at arbeiða eftir.
Talan skal sostatt vera um eitt serligt fátækramark.
Í hesum verður á, at eitt fátækramark er ikki eitt eintýðugt hugtak.
Bæði OECD, Heimsbankin og ES hava allýsingar av fátækradømi, men tað er ikki sagt, at tey hóska til føroysk viðurskifti.
- Í teimum norðurlondum og vesturheimurin annars, sum hava fátækramark, er eisini ymiskt, hvussu tað verður brúkt.
- Tørvur er at lýsa fátækradømi frá einum føroyskum sjónarhorni, og at lýsa tey serligu føroysku viðurskiftini, sum eru viðkomandi, tá talan er um fátækradømi, stendur í arbeiðssetninginum hjá nevndini.
Eitt føroyskt fátækramark skal stuðla landsstýrinum í at eyðmerkja fátækradømi, og harvið geva landsstýrinum betri grundarlag at seta átøk í verk at fyribyrgja fátækradømi.
Í hesum sambandi skal nevndin eyðmerkja og lýsa orsøkir til at fólk liva í fátækradømi og nágreina, hvat eitt fátækramark skal brúkast til.
Samstundis skal nevndin lýsa ymsar hættir at áseta fátækramørk, umframt at hon skal greina og meta um, hvør háttur og hvørjar dátur skulu vera grundarlag fyri einum føroyskum fátækramarki.
Útfrá hesum skal nevndin gera eitt tilmæli um, hvussu eitt føroyskt fátækramark skal ásetast.
5 fólk
Tað sita fimm fólk í nevndini, sum arbeiðir við einum føroyskum fátækramarki.
Tey eru Heri Petersen og Michael Feldballe Hansen í almannamálaráðnum, Marjun Berg frá almannaverkinum, Høgni Vilhelm av Hagstovuni, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki og Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur.
Nevndarlimirnir eru ikki valdir, tí teir ávísa ávísar stovnar ella myndugleikar. Men talan er um eina fakliga nevnd, har førleikarnir hava verið avgerðandi.
Nevndin ætlar at vera liðug við arbeiðið í apríl og tá verður eitt tilmæli lagt fyri landsstýriskvinnuna í almannamálum.
Les eisini greinina: Pensjónistarnir vildu sleppa við