Fakligir førleikar brúkast optimalt

- Tað er ikki samfelagsgagnligt, at Heilsuskúlin klekir einar 20 heilsurøktarar um árið - og at hesir bara brúka ein part av sínum førleikum, royndum og evnum í arbeiðnum, heldur Heilsurøktarafelagið.

- Tað er ikki samfelagsgagnligt, at Heilsuskúlin klekir einar 20 heilsurøktarar um árið - og at hesir bara brúka ein part av sínum førleikum, royndum og evnum í arbeiðnum, heldur Heilsurøktarafelagið.

 

Á aðalfundi hjá Heilsurøktarafelagnum seinnapartin í dag var framløga av trivnaðarkanning, sum felagið læt gera um ársskiftið 2013/2014. Endamálið við kanningini var at fáa innlit í trivnaðin og starvsviðurskiftini hjá limunum.

 

Ein lítil partur av kanningini um arbeiðstíð og líknandi viðurskifti varð lagdur fram á almennum fundi um eldraøkið í juni í fjør.

 

- Í trivnaðarkanningini svara nógv tey flestu (93%), at tey sum heild eru nøgd í sínum starvi. Eisini eru tey flestu glað um sína fakligu útbúgving og vilja viðmæla øðrum at útbúgva seg innan fakið.

 

Heilsurøktarafelagið vísir til kanningina og sigur, at heilsustøðan hjá limunum í felagnum líkist miðalheilsustøðuni fyri alt landið sambært Manntali í 2011.

 

- Samanumtikið gevur kanningin eina fatan av, at heilsurøktarar í Føroyum trívast rættiliga væl. Tó eru viðurskifti, sum sambært teimum spurdu kundu verið betri. 

 

Kanningin vísir, sigur felagið, at heilsurøktarar sakna menningarmøguleikar, og at bert 54% av teimum spurdu sleppa at brúka sínar fakligu førleikar til fulnar í arbeiðnum.

 

- Bert ein stívlig helvt sleppur at brúka sínar royndir og evni, og 37% siga seg ikki fáa hóskandi avbjóðingar í arbeiðnum. 

 

Tað kemur ikki heilt óvart á Heilsurøktarafelagið, at heilsurøktarar sambært trivnaðarkanningini ikki halda seg sleppa at brúka sínar fakligu førleikar í nóg stóran mun í arbeiðinum.

 

- Heilsurøktarar í øllum almanna- og heilsuverkinum vísa ofta á, at teir ikki loysa uppgávur ella ikki sleppa at hava fullu ábyrgdina av ávísum uppgávum, ið teir antin eru skikkaðir til ella kundu blivið lærdir upp til at havt fulla ábyrgd fyri.  

 

Heilsurøktarafelagið vísir á, at við hesum staðfestingum halda tey tað vera neyðugt, at allir avvarðandi partar hyggja eftir, hvat teir kunnu gera fyri, at fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarum verða brúktir optimalt.

 

- Tað er í øllum føri ikki samfelagsgagnligt, at Heilsuskúlin á hvørjum ári klekir einar 20 heilsurøktarar, og at teir so bara brúka ein part av sínum førleikum, royndum og evnum í arbeiðnum, heldur Heilsurøktarafelagið.