Inger Størjberg, fyrrverandi útleningaráðfrúða, og nú leysgangari á Fólkatingi kann verða tveitt úr Fólkatinginum, um hon fær eina frælsisrevsing í málinum um at skilja sundur asylpør, har annað er undir lógaraldur.
Tað er Fólkatingið, sum kann taka støðu til, um fyrrverandi limurin í Vinstra skal staðfestast óverdug at sita á tingi.
Tað er søguliga sæð sjáldsamt. Millum annað tí at limir í Fólkatinginum, sum eru í váða fyri at enda í støðuni, ofta sjálvi leggja frá sær.
Gera tey ikki tað, skal málið viðgerast á í Udvalget til Valgs Prøvelse. Og endaliga kemur tað til atkvøðugreiðslu í Fólkatinginum.
Síðani broytingarnar í grundlógini í 1953 eru fýra persónar tveittir úr Fólkatinginum:
* Thorstein Petersen, 1957:
Tann fyrsti, sum var skírdur óverdugur, var føryski fólkatingsmaðurin Thorstein Petersen. Hann var við ein hægstarættardóm dømdur 40 dagar í fongsul fyri at bróta millum annað bankalógina.
* Arnold Chr. Normann, 1972:
Radikali politikarin Arndold Chr. Norman var annar fólkatingsmaðurin at verða tveittur úr Fólkatinginum í 1972.
Í september 1971 var hann í einum ferðsluóhappi, har tvey fólk doyðu og trý fingu skaða. Á heystið í 1972 var hann í Eystara Landsrætti dømdir at missa koyrikortið í tvey ár eins og 30 dagar hefti.
Í november sama ár varð hann atkvøddur úr Fólkatinginum við atkvøðunum 88 fyri og 70 ímóti. Fimm atkvøddu ikki.
* Mogens Glistrup, 1983 og 1984:
Tann umstríddi advokaturin og stovnarin av Framburðsflokkinum Mogens Glistrup var atkvøddur úr Fólkatinginum í 1983 og 1984.
Í fleiri ár hevði Mogens Glistrup greitt frá, hvussu hann læt vera við at gjalda skatt. Í 1983 varð hann tó – eftir drúvt rættarmál – í Hægstarætti dømdur trý ár í fongsul fyri skattasvik.
Hann varð atkvøddur úr Fólkatinginum 1. juli í 1983 við 128 atkvøðu fyri og 22 ímóti. 28 vóru burturstødd.
Mogens Glistrup varð atkvøddur út, men hevði ikki mist rættin at stilla uppaftur. Tí stillaði hann upp til valið í januar í 1984, meðan hann sat í fongsli, og hann varð valdur.
Hann kundi tí – við órininum sum fólkatingsmaður – fara úr fongslinum 16. januar. Longu 6. februar atkvøddu 139 limir í Fólkatinginum tó fyri at skíra valið av Glistrup ógildugt. Hann mátti tí aftur í fongslið.
* Hugo Holm, 1990:
Hugo Holm varð valdur í Fólkatingið fyri Framburðsflokkin í 1988 sum varamaður fyri Piu Kjærsgaard, sum hevði verið fyri ferðsluvanlukku. Síðani sat hann sum varamaður fyri annan. Í 1989 varð hann leysgangari eftir innanhýsis stríð.
Hugo Holm varð í 1990 dømdur seks mánaðir í fongsul fyri harðskap, roynd upp á undandrátt, falska fráboðan og rúsdrekkakoyring.
Tað var hann eftir ein undrunarsama hending í 1989, har hann legði eitt par, sum hevði koyrt hann, undir at hava stolið eina størri peningamongd frá honum.
Hann bankaði síðani annað teirra og melda stuldurin til tryggingarfelagið. Í desember sama ár var hann tikin fyri rúsdrekkakoyring við eini promillu upp á 1,92.
Eitt samt Fólkating atkvøddi hann í november í 1990 úr Fólkatinginum.
/ritzau/