Við tjóðartingsvalið í 2015 og í 2010 líktust kanningarnar á valstøðunum ógvuliga nógv endaliga úrslitinum.
Tá valstøðini í Stórabretlandi lata aftur, ganga vanliga ikki nógvir minuttir, til fyrista kanningin frá valstøðunum verður almannakunngjørd.
Á undanfarnum valum hava tær víst eitt úrslit, sum liggur liggur ógvuliga tætt tí endaliga býtinum av sessum í tjóðartinginum.
Her síggjast eldri kanningar og valúrslit. Munur á kanning til úrslit í klombrum.
2010:
* Kanning áv alstøðum:
- Konservativu: 307 sessir.
- Labour: 255 sessir.
- Liberaldemokratarnir: 59 sessir.
- Onnur: 29 sessir.
* Endaligt úrslit:
- Konservativu: 307 sessir (+0).
- Labour: 258 sessir (+3).
- Liberaldemokratarnir: 57 (-2).
- Onnur: 28 sessir (-1).
* Niðurstøða: Kanningin var 3 sessir frá endaliga úrslitinum.
2015:
* Kanning á valstøðum:
- Konservativu: 316 sessir.
- Labour: 239 sessir.
- Liberaldemokratarnir: 10 sessir.
- Onnur: 85 sessir, her av 58 til skotska SNP.
* Endaligt úrslit:
- Konservativu: 331 sessir (+15).
- Labour: 232 sessir (-7).
- Liberaldemokratarnir: 8 (-2).
- Onnur: 79 sessir (-6, heraf -2 til SNP).
* Niðurstøða: Kanning var 15 sessir frá endaliga úrslitinum.
Kanningarnar verða gjørdar av Ipsos Mori og GfK fyri miðlarnar BBC, ITV og Sky.
Veljarar, sum júst hava atkvøtt, verða spurdir uttan fyri valstøðini. Her fáa teir ein »falskan« atkvøðuseðil og verða biðin um at seta sama kross, sum í atkvøðuboksini.
Keldur: The Sun, The Guardian og BBC.
/ritzau/