FAKTA um OD-dagin

1. OD-dagurin stendur fyri Operatión Dagsverk-dagurin

2. Endamálið hjá OD-degnum er at samla so nógvar pengar, sum møðuligt inn til tey fátøku londini í heiminum.

3. Ì ár er landið, sum samla verður inn til, Kirgistan, eitt land í Miðásia.

4. Miðnámsskúlarnir í Føroyum eru allir við í hesum.

5. Ì 1985 bleiv OD-dagurin settur í stovn í Danmark, tvs. at OD-dagurin hevur 20 ára Jubileum í ár.

6. Grundstovnarin av OD-degnum, var Dag Hammerskjold, fyrrverandi ST-aðalskrivari hjá Svøíki. Dag doyði í 1962 í einum flúgvarastoyti. Dag sjálvur hevði droymt um hendan dagin, men ikki fyrren aftaná hansara deyða, vístu miðnámsnæmingar í Svøríki honum tí respekt at byrja við hesum degnum, sum seinni vísti seg at spreiða seg skjótt til restina av Scandinavia.

7. Ì 1988 var nógv mótstøða komin ímótur OD-degnum, av tí grund at fólk hildu tað ver kommunistiskt propaganda. Næmingar tóku tí eitt privat OD verk upp, stuðla av Bertel Haarder. Hendan privata OD samlingin samlaði 600.000 kr.- inn til Mujahedinrørsluna í Afghanistan, sum er ein rørsla, ið ferð ímótur sovjetherinum.

8. Øll OD-verkætlanir í 80inum vóru stórar succeðir. Næstan allir næmingar luttóku í OD-degnum, hvørja ferð hann var og fingu samla upp ímótur 5 mill. fyri hvørja kampagnu. Mótstøðan ímótur OD-degnum minkaði og OD-dagurin fekk fastsligið at tað ikki var ein partípolitisk kampagna.

9. Framm til 1992 høvdu skúlarnir fingið boð uppá at skráseta allir næmingar, sum høvdu luttikið í hesum arbeiðinum, men í 1992 skifti Bertel Haarder framburð og skifti OD-dagin til at vera partur av undirvísingini.
Hendan undirvísingin bleiv tikin av, í 1996 av undurvísningsministarinum, Ole Vig Jensen.
Í 2000 fingi næmingar, tann møðuleika at sjálvir velja, um OD-dagurin, skuldi vera partur av árinum, ella ikki.