Bólkurin er ein útbygging av kjarnuni í dansibólkinum »Sólvá og Bergmenn« sum man vera ein av virknastu dansibólkunum í landinum.
Tám kvalifiseraði seg til Prix finaluna við at gerast nummar tvey í undankappingini í Klaksvík.
Tám spælir melidiøsan rocktónleik.
Tónleikararnir í Tám eru:
Sólva H. Ford: sang
Ronnie Nielsen: trummur og sang
Kolbein Simonsen: bassgittar
Hans Karl Hansen: gittar
Jóhan Petur Andreassen: hammond
Rói Højgaard: ásláttur
Georg eystan Á: gittar og sang
Gudny D. Højgaard: kór
Guðri Hansen: kór
Rúna á Heygum: kór