Faktaboks: Eitt sindur um Mongolia

Areal: 1,57 milliónir km2

 

Mark við Russland og Kina. Syðri triðjingurin av landinum er Gobi-oyðimørkin. Norðanfyri og vestanfyri er meira gróður og skógarklødd fjallaøki og vøtn. Restin av landinum er fyri tað mesta steppur. Landið liggur í miðal 1.500 metrar frá sjónum og hevur eitt ekstremt innlandsklima við longum, køldum vetrum og stuttum sumrum.

Fólkatal: 2,4 milliónir. Helmingurin í býunum, hin helmingurin í bygdum og sum nomadar kring landið. Mongoliga er eitt av heimsins mest tuntfólkaða londum.

Djór áðrenn dzud (harða veturin) 33 milliónir móti 25 milliónum fyri 10 árum síðani.

Deyð undir dzud: Minst fimm milliónir djór. Sambært ST er neyðugt við altjóða hjálp at útvega teimum fátæku nýggj djór.

Høvuðstilfeingi: Græs - sum veitir landinum kjøt, mjólkaúrdráttir, ull, skinn og brenni av turkaðum ekskrementum.

Tilfeingi annars: Kol og nógv metall og mineral, sum ikki kunnu troytast vegna vantandi arbeiðsmegi og vantandi samferðslunet.

Søga: Herurin hjá Djengis Khan hertók helmingin av kenda heiminum frá pørtum av Evropa til Kyrrahavið í 1200-talinum. Farið varð undir at gera Kinesiska Múrin fyri meira enn 2000 árum síðani til tess at verja seg móti mongolum. Gjøgnum miðøld undir kinverkari ávirkan til kollveltingina í 1921. Síðani undir sovjettiskari ávirkan til kommunistiska stýrið uttan bardaga gav seg yvir fyri ymsu mótmælunum í 1990. Síðani demokrati eftir vesturlendskum mynstri.

Stjórn (apríl 2000): Tjóðskaparflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum eru í listasamgongu. Teir skipaðu stjórn í 1996 og var tað hin fyrsta ikki-kommunistiska stjórnin. Teir høvdu 50 av 76 tjóðartingslimum. Kommunistaflokkurin er í andstøðu. Við valið 24. juni 2000 vunnu kommunistarnir 72 av teimum 76 tjóðartingslimunum. Tjóðskaparflokkurin fekk einans eitt umboð, menðan Javnaðarflokkurin einki umboð fekk. Síðani nýggja kommunistiska stjórnin tók við, eru el-prísirnir hækkaðir nógv, og tað hevur stóran týdning í Mongolia, tí tað avger orkuprísin - og orkan er sera týdningarmikil, tá tað frystir niður í 40 minusstig. Men úr Mongolia frætta vit, at nýggja stjórnini kortini roynir at halda sosiala støðið.

Djengis Kahn var máttmikil høvdingi. Seinast í 12. øld savnaði hann flakkandi ættbólkar í Suðursibiria. Ættbólkarnir vóru mongolar, og honum eydnaðist at skipa fólkið í stóran og máttmiklan her. mongolar vóru fólkaslag, sum livdi á skógarleysu víddunum í Landnyrðingsásia. Teir lvidu mest á rossabaki, og við teimum fekk Djengis Kahn gjørt tátíðar sterkasta her. Teir brúktu nýggjastu vápnini, t. d. krút og roykbumbur, so at eingin sá teir í álopi. Eingin vann á teimum. Í 1206 herjaði Djengis Hahn í Kina og síðani sum hvirluvindur um Ásia. Allar hernaðaratgerðir vóru lagdar væl til rættis, oog á rossabaki fóru teir ótrúliga skjótt víða. Altíð megnaðu teir at savana megina, tá ið mest stóð á, og teir brendu og herjaðu allastaðni. Teir loyptu ræðslu á fólk, hvagar teir komu. Í 1227 doyði Djengis Kahn, og so við og við syndraðist ríkið, tí at eftirmenninir klandraðust.


Mongolska stórríkið


1206 Temudjin vinnur Mongolia

1218 Mongolar gera innrás í Persia (Iran)

1221 Mongolar gera innrás í Russland

1237 Abbasonur Djengis Kahn, Batu, ger innrás í Norðurrussland

1240 Batu ger innrás í Pólandi og Ungarn

1260 Stríðsmenn úr Egyptalandi, mamelukkar, vinna á mongulum

1279 Kublai Kahn vinnur á Kina

1370 Timur Lenk savnar tey trý vestaru kanatini