Faktor 4 í Trongisvági

Ráa og rokkuta røddin hjá Jens Marna Hansen skal fáa suðuroyingar at swinga annað jólakvøld

Tá fer Jens Marni nevnliga á pall í Ítróttarhøllini í Trongisvági saman við Faktor 4.

 

Jens Marni Hansen hevur fyrr spælt við Kjølum, All That Rain og Showmonnum, men í ár hevur hann givið út fløgu undir egnum navni. Hann er í ár í uppskoti til heiðurin sum Føroya besta mannliga rødd.Tað er SuSvim, ið skipar fyri dansinum, sum letur upp klokkan 23.