Atlético Madrid er vinnari av Europa League 2012. Hetta gjørdist greitt í kvøld, eftir at teir vunnu 3-0 í reinu sponsku finaluni ímóti Athletic Bilbao. Finalan varð spæld í Bukarest í Rumenia.
Tað var Radamel Falcao, sum við tveimum málum í fyrra hálvleiki stjól myndina og syrgdi fyri, at Altético Madrid var á odda 2-0 í hálvleikinum. Hann hevur nú skotið 29 mál í 29 Europa League-dystum.
Í seinna hálvleiki trýsti Athletic Bilbao fyri at minka um munin, og hóast teir í fleiri atløgum vóru ógvuliga nær við, so eydnaðist hetta ikki. Heldur hinvegin var tað Diego, sum fimm minuttir fyri leiklok økti til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 3-0 til Atlético Madrid.
Hetta er aðru ferð upp á bara trý ár, at Atlético Madrid vinnur Europa League. í 2010 vunnu teir finaluna 2-1 ímóti Fulham.