Falcao kann rýma longu i januar

Hendir tað seg, at Radamel Falcao ikki trívist í Monaco, slættar tað vegin fyri Chelsea ella Real Madrid.

 

Tað skrivar vg.nett.

 

Falcao, ið hevur staðið læknakanningina í Monaco mánadagin, skal hava eitt fyrivarni í sáttmálanum sum letur upp fyri einum skifti longu í januar.

 

Tað er spanska radiostøðin, Punto Pelota, sum sigur, at umoðsmaðurin hjá áleyparanum, Jorge Mendes, hevur fingið hetta fyrivarni í sáttmálan við Monaco.

 

Skuldi tað hent seg, at Falcao ikki trívist í Monaco, ber til hjá Chelsea ella Real Madrid at fáa forkeypsrætt at keypa kolumbianaran. Treytin er, at tey eru til reiðar at gjalda tær 60 milliónirnar evrur, sum Monaco hevur givið fyri at fáa Falcao frá Atletico Madrid.

 

Monaco hevur annars verið sera aktivt á keypsmarknaðinum. Umframt Falcao, hevur felagið eisini keypt Joao Moutinho og James Rodrigez frá Porto, málverjan Victor Valdes frá Barcelona, og 35 ára gamla verjuleikaran, Richardo Carvallo frá Real Madrid.

 

Eftir tveimum árum í Atletico Madrid hevur Radamel Falcao skotið 70 mál.