Leygarkvøldið fara Steve Falconer og Alan McGonar at undirhalda á Skarv við vælkendum pop- og rocktónleiki. Hettar er ikki fyrstu ferð, at teir báðir fara at undirhalda á Skarv, og eru teir vanir við at seta gott lív í dansigólvið á Skarv. Teir fara á pallin kl. 01, og fara at undirhalda framm til kl 05 við covertónleiki frá bólkum sum U2, Pink Floyd og Robbie Williams.