Falkur fremstur

Tað er fagnaður á vertunum fyri Sundalagsstevnuni. Genturnar úr Hósvík, sum manna Falkin, hava í dag vunnið kappingina millum 5-mannafør.

Talan var um ógvuliga tætta kapping. Falkurin var fremstur mest sum allan teinin. Tá ið bátarnir nærkaðust málinum, tóktist Sílið hava hug at bjóða av, men Falkurin helt tørn. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Falkurin minni enn ein hálvan skut frammanfyri Sílið, sum tað kostaði nógv hjá, at starturin ikki var so góður.

Á Norðoyastevnu vann Sílið sannførandi sigur, og tað ber við sær, at hesir báðir bátarnir liggja lið um lið í FM kappingini.

Hinir bátarnir komu á mál væl aftari, og hesa ferð var ikki talan um serliga kapping um plássini.

 

1 Falkur 05:53.13

2 Sílið 05:53.20

3 Beinta 05:57.24

4 Tjaldrið 06:00.03

5 Ørnin 06:07.23

6 Silja 06:12.12

7 Tambar 06:21.03

8 Fípan Fagra 06:40.06

 

1 Sílið 13

2 Falkur 13

3 Beinta 10

4 Tjaldrið 8

5 Silja 5

6 Ørnin 4

7 Fípan Fagra 2

8 Tambar 1