Glasgow: Longu áðrenn hann yvir høvur hevði sæð nýggju liðfelagar sínar, hevði føroyski almenningurin í øllum førum fingið eitt at vita, hvør Christian Lamhauge Holst var. Leikarin úr Lyngby, sum eingin hevði hoyrt um. Í øllum førum ikki fyrr enn týsdagin í seinastu viku.
Mikudagin slapp hann so fyri fyrstu ferð at hitta restina av landsliðshópinum, og tá vit hittu hann eftir seinnapartsvenjingina hósdagin, tóktist leikarin sjálvur at lata væl at nýggju tilveruni.
- Tað fyrsta, sum eg beit merki í, var at hetta er gott kollektiv. Tað er ikki nakað fastlæst hierarki, soleiðis at tú sært nakrar seta seg oman yvir hinar á liðnum, og tað hevur í øllum førum gjørt tað munandi lættari hjá mær at koma inn sum nýggjur maður.
Tá tosið so fellur inn á dystin leygardagin, og teir tankar, sum Christian hevur gjørt sær um hendan, so tykist tað í øllum førum ikki vera so, at hann ætlar sær at krevja nakað pláss á liðnum.
- Sjálvandi vóni eg, at eg sleppi at fáa nakrar minuttir á vøllinum. Tað skal eg jú gera. Men hinvegin havi eg sum so ikki nakra ímynd av, hvussu leingi eg skal bíða eftir møguleikanum. Tað má eg bara taka, soleiðis sum tað kemur.
Men tað skerst ikki burtur, at talan er um eitt sindur øðrvísi umstøður á Hampden Park í mun til eitt nú Lyngby Stadion. Er tað ikki nakað, sum tú hevur gjørt tær nakrar tankar um, soleiðis at tú eisini sálarliga er klárur til dystin.
- Nú eri eg ikki tann, sum soleiðis hugsi um, hvussu eg skal fyrireika meg til dystin. Men tað er nokk einki at ivast í, at um tú skalt inn til ein slíkan dyst, so mást tú savna tankarnir fyrst. Har verður jú ein rúgva av áskoðarum, sum helst fara at gera sítt til, at dysturin ikki skal verða lættur hjá okkum.
Men tað er í øllum førum ein máti, sum tit kunnu fáa hesi at tagna uppá?
- Ja. Við at skjóta mál. Tað er so í øllum førum tað, sum mann droymir um, men nú fáa vit so at síggja, hvussu gongur við tí, segði altso nýggi landsliðsleikarin at enda.