Kári á Rógvi løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins
---
Hóast sagt verður, at vit í 12 ár hava arbeitt við føroyskari stjórnarskipan, so er enn nógv eftir at gera, serliga breiða kjakið um stýri, rættindi og medávirkan.
Ta tíðina Jan Müller var blaðstjóri á Sosialinum plagdi stjórnarskipanin fáa bestu viðmæli og rættiliga fitt av umrøðu. Nú Eirikur Lindenskov sigur við stýri er tíðin spolað aftur til 1939 ella har á leið. Vit fáa áhaldandi at vita, at rættast er við fólkaatkvøðu, har vit skulu taka støðu til, hvørt vit antin vilja vera innanfyri ella uttanfyri grundlógina donsku. Sum um hon sigur nakað um okkum.
Hetta er falskt og óneyðugt val. Soleiðis var í 1939, tá ið Stauning, danski og socialdemokratiski forsætisráðharrin, setti tað fram. Soleiðis var í 1946, tá ið sambandssíðan á tingi vildi hava føroyingar at velja antin ávísa skipan í ríkinum ella at loysa frá ríkinum. Soleiðis er eisini í dag.
Í Føroyum hava vit fólksins fullveldi. Ongin fær stýrt Føroyum uttan fólksins undirtøku. Danir bjóða ikki til at skera ígjøgnum í stórmálum um fiskivinnu ella kommunur – ella nøkrum øðrum máli, har orsøk kundi verið brúkt tað vald, sum ríkið sigst hava. Teir hava í mesta lagi kravt okkurt av okkum í samband við bankabjargingar, men seinast mundi enda við loysing, tí føroyingar góðtaka ikki nakað stýri, sum ikki er av fólkinum, við fólkinum og fyri fólkið. Sum sjálvur sambandshøvdingin Andrass Samuelsen segði: “Í Føroyum skulu føroyingar ráða!”
Felagsmál
Danska grundlógin var ongantíð ætlað til okkara. Hon viðvíkir bert danska kongsríkinum, ikki t.d. Slesvík, Holstein, Íslandi, Grønlandi ella øðrum londum, sum høvdu sama kong sum Danmark. Hini londini fingu øll sínar egnu loysnir. Ísland sína egnu grundlóg longu í 1974. Danmark fekk enntá í 1855 eina super-grundlóg saman við hertogadømunum, eins og Niðurlond (Holland) hava sína egnu grundlóg og oyggjabólkarnir Aruba og Antillurnar hvør sína – og so er eitt felags ríkisskjal omanfyri teimum øllum. Kjakið má taka støði í hesum empiriska veruleika.
Men nú er aftur eitt valskeið runnið, har vit heldur enn at viðgera fólkaræðislig ríkjasambond og serliga viðtøkurnar fyri fólkaræði Føroyar hava viðgjørt ‘innanfyri-uttanfyri spurningin.’ Annar vongurin vil meiningsleyst siga, at vit skulu virða alt, sum er í gildi, og vit skulu halda okkum frá ikki-yvirtiknum málum.
Falskt val! Er nakað í gildi, er so má tað virðast. Vandamálið er at gera av, hvat nú veruliga er í gildi. Onki eitur heldur ikki-yvirtikin mál. Øll málsøki ið viðvíkja Føroyum eru føroysk og bólkast antin sum sermál ella felagsmál. Hetta viðurkendu danir longu í 1948. Fólksins fullveldi skal virðast og felagsmál skipast. Onki meir.
Veruliga valið er, hvussu stjórna vit í Føroyum sovæl felagsmálum sum sermálum við hóskandi mannagongdum og virðing fyri rættindum og medávirkan fólksins. Tað kjakið heiti eg á fjølmiðlarnar um loksins at seta í gongd. Skipið fyri pallborðum, temasendingum, serbløðum, kjaki og upplýsing, góðtakið ikki, at alt fer fram handan múrarnar hjá Løgtinginum. Stjórnarmál eru felagsmál hjá okkum øllum.