Í gjár gjørdist greitt, at tað verður ein bóndi úr Sumba, sum skal reka Fámará framyvir. Men fleiri av familjunum hjá teimum, sum hava søkt um Fámará, eru vónbrotin um kjakið á Facebook.
Dóttir Jens Hera Jacobsen, sum er nýggjur festari í Fámará, hevur kært sína neyð á Facebook.
Hon skrivar soleiðis:
"(...) Kann ikki logga á facebook uttan at skula lesa lygnir, svínandi og niðurgerandi orð um pápa mín tí hann sum fleiri onnur var áhugaður í at fáa Fámara og hann fekk tað. Lat meg nú líka gera tað greitt her, pabba hevur røkt Fámara síðan ár 2000! At fólk siga at eingin visti um Fámara áðrenn Johan og Rakul fluttu har, ljóðar bara býtt í mínum oyrum, ti eg havi alt hvat eg minnist kent til Fámara! Eg elskaði Fámara, okur vóru nógvar summarferiur í Fámara har okur hugnaðu okkum meðan pabba passaði seyðin har!(...)"
Eisini familjurlimir hjá Árna Brattaberg hava kært sína neyð. Árni hevur áður havt festið í Fámará, men tað er ikki greitt, um Árni hevur bjóðað uppá festið hesaferð. Tó so er hann eisini drigin inn í kjakið um Fámará á Facebook og aðrastaðni.
Barbara Brattaberg skrivar soleiðis:
"Í meir enn eitt ár, er mín familja, umframt onnur, forfylgd, útspilt og ærumeidd dagliga á vangamyndini hjá Johan í Kollafirði og á bólkinum "Gevið Johan og Rakul Fámará" Eg vóni, at tit øll, ið hava staðið fyri hesi útspilling og ærumeiðing, og tit øll, ið hava dámt og deilt, hava ringan smakk í munninum nú! Og somuleiðis vóni eg, at tit steðga við útspillingini av Jens Hera Jacobsen, ið nú skal festa Fámará! STEÐGIÐ! Meldi tykkum úr hasum bólkinum, um tit vilja verða við at steðga hesi útspilling av fólki!"
Jens Heri Jacobsen, nýggi festarin í Fámará og Árni Brattaberg vilja ikki gera viðmerkingar til hetta málið.