Familjan havt handil í hálvaaðru øld

Jákup Weihe er búsitandi á Selatrað. Hann hevur eina dekksølu og útflytir fisk. Fyrr hevði hann eisini matvøruhandil. Handilin opnaði einans ein mánað eftir, at einahandilin varð avtikin. Í ár hevur handilin 150 ára hátíðarhald.

Jákup Weihe er búsitandi á Selatrað. Hann hevur búð har fast síðani 1983. Áðrenn tað búði hann uttanlanda, og hann hevur eisini siglt úti.

Jákupi dámar væl at búgva á Selatrað. Um summarið er sera vakurt, og hann sær eisini nøkur ferðafólk í bygdini summarmánaðarnar.

- Tað eru summi fólk, sum fara á útferð her á Seletrað. Tað eru eisini nøkur, sum eiga summarhús á Selatrað, og tey ferðast ofta í teimum um summarið. Tó haldi eg, at tað vóru fleiri ferðafólk fyrr, men eg klári ikki at siga hví, sigur Jákup.

Hevur dekksølu á Selatrað
Jákup rekur eina dekksølu í garasjuni undir húsunum hjá sær. Eisini útflytir hann fisk.

- Eg uppkeypi fisk og útflyti hann. Eg reki eisini eina dekksølu, og tað er nóg mikið at gera har. Tað koma fólk úr øllum landinum. Summi koma heilt úr Havn at ordna sær dekkini. Tað er tann lági prísurin hjá mær, sum dregur, sigur Jákup.

- Eg hevði eisini matvøruhandil. Hann lat tó aftur í byrjanini av 90´unum. Nú heldur handilin fram sum dekksøla og fiskaútflutningur. Handilin hevur hátíðarhald í ár, nú hann hevur verið opin í 150 ár.

Einahandilin varð avtikin 1. januar í 1856. Handilin á Selatrað opnaði í februar sama ár, og sostatt var hann ein av teimum fyrstu handlunum, sum opnaðu eftir einahandilin.

- Tað var verpápin hjá langabba, sum opnaði handilin. Síðani hevur familjan rikið handilin. Pápi mín rak hann frá 1934 til 1992. Eftir tað tók eg yvir, men tað gjørdist ógjørligt at reka handil á so lítlum stað.

- Tað var alt ov dýrt at keypa vøru frá heilsølunum. Eg fekk vøruna bíligari frá Bónus enn frá heilsøluni. Við tí góða vegasambandinum og teimum góðu akførunum í dag er eingin trupulleiki at ferðast eitt sindur til at keypa inn. Tí gavst eg við matvøruhandilinum, men eg haldi fram við fiska- og dekksøluni.

Putlast í havanum
Jákup hevur ikki nakrar trupulleikar av at vera noyddur at ferðast av bygdini, um hann skal keypa okkurt.

- Tað hugsi eg als ikki um. Eg plagi at keypa inn á Skála ella á Strondum. Onkuntíð fari eg eisini til Runavíkar at keypa. Tað plágar meg ikki.

Í frítíðini plagar Jákup at fríðka um rundum húsini hjá sær. Hann hevur stóran hava rundanum húsini, og hann hevur plantað nogv trø rundanum.

- Eg ætli mær at kappast við plantaguna, sigur hann flennandi.

- Tað tekur leingi hjá trøunum at vaksa, men eg havi funnið ein góðan máta. Eg taki eina grein av einum træi og seti hana niður. Soleiðis vinni eg eini 2-3 ár, sigur Jákup.

Jákup og hundurin hjá honum fylgja okkum út, tá ið vit fara avstað. Síðani fer Jákup aftur í húsini hjá sær við dekksøluni í garasjuni.