Familjan hjá Stephen Hawkings letur respiratorin hansara

Familjan hjá Stephen Hawkings hevur latið sjúkrahúsinum Royal Papwort í enska býnum Cambridge respiratorin hjá gamla fysikaranum. Hann var viðgjørdur á hesum sjúkrahúsi áðrenn hann doyði í 2018.

Sjúkrahúsið hevur í løtuni stóran vøkstur í koronasjúklingum, skrivar The Guardian.

Dóttir Hawkings, Lucy Hawking, lýsir viðgerðina av pápa sínum á sjúkrahúinum sum »strálandi, góða og medmenniskjansliga«.