Í dag byrjar sunnudagsskúlin í Argja kirkju aftur við familjugudstænastu.
– Eingin orsøk er at fara svangur til húsa aftur, tí eftir gudstænastuna verður bjóðað til døgurða, har øll eru vælkomin, sigur Bergur D. Joensen verður prestur.
Ann Mari E. Kjølbro fer eftir døgurðan at tosa um evnið: »Raðfestingar í gerandisdegnum, úti og heima«.
– Ann Mari er gift við Øssuri Kjølbro, og eiga tey trý børn. Hon er námsfrøðingur og arbeiðir á einum dagstovni í Klaksvík. Eitt av hennara hjartamálum er eitt gott og sunt familjulív. Tað er avbjóðingin hjá nógvum familjum, eisini teimum. Tað verður tað, sum Ann Mari kemur at tosa eitt sindur um, sigur Bergur Debes Joensen.
Nøkur evni, sum Ann Mari fer at tosa um, verða:
At raðfesta Guð í familju.
Raðfesta familjulívið saman.